Enskt mál - Wikipedia
Jump to content
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Enskt
Tosað
í:
Bretland
USA
Kanada
Avstralia
Írland
Nýsæland
Suðurafrika
, v.fl.
Tosandi
íalt:
uml. 372
000
000
Málætt
indo-evropeiskt
germanskt
vesturgermanskt
enskt mál
Málkotur
ISO 639-1
en
ISO 639-2
eng
ISO 639-3
eng
Lond við meiriluta av fólki, ið tala enskt.
Enskt mál
(ella
eingilskt
) er móðurmál hjá umleið 372
000
000 fólkum, harav um 231
000
000 í
USA
amerikanskt enskt
), um 60
000
000 í
Stóra Bretlandi
, góðum 19
000
000 í
Kanada
, um 17
700
000 í
Avstralia
, sløkum 4
800
000 í
Suðurafrika
, um 4
200
000 í
Írlandi
og um 3
700
000 í
Nýsælandi
. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum.
Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt.
Enskt er
málið
hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum.
Formlæra
rætta
rætta wikitekst
Kenniorð
rætta
rætta wikitekst
Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við ávís staðanøvn, t.d. lond, sum enda við “states”, “kingdom” ella “republic”.
Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við nøvn á skipum, dagbløðum, matstovum og almennum bygningum, lista og forngripasøvnum.
Óbundna kenniorðið er "a"/"an". Bundna kenniorðið er "the". Á
føroyskum
verður óbundna kenniorðið bent í kynjum og føllum: ein/eitt/einum/eini/o.s.fr. Á enskum hevur óbundna kenniorðið bert tveir formar: “a” og “an”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta “a” ella “an”. Tað eitur "a" framman fyri hjáljóð. T.d. “a man” ella “a horse”. Tað eitur "an" framman fyri sjálvljóð. T.d. “an old man” ella “an hour” (h hoyrist ikki). Óbundna kenniorðið verður í høvuðsheitum nýtt sum á føroyskum, t.e. framman fyri teljandi navnorð í eintali. T.d. “an apple grows on a tree” (eitt súrepli veksur á einum træi). Men framman fyri óteljandi
navnorð
er einki "a"/"an", t.d. “bread is made from flour” (breyð er gjørt úr mjøli). Í óbundnari tíðarmerking nýta vit vanliga “one”, t.d. “one day her husband came” (ein dagin kom maður hennara heim). Tó kann ta eita “a”/“an” í sambandi við fyriseting, t.d. “on a warm summer morning” (ein heitan summarmorgun).
Á enskum stendur bundna kenniorðið framman fyri navnorðið og eitur altíð “the”. Framburðurin er “de” ella “di”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta framburðin “de” ella framburðin “di”. Framburðurin er “de” framman fyri hjáljóð, t.d. “the ear” ella “the USA”. Framburðurin er “di” framman fyri sjálvljóð, t.d. “
the
hour”, “
the
apple” ella “
the
elephant”. Við áherðslu á kenniorðið kann tað verða framborið “di” framman fyri hjáljóð, t.d. “this is ‘’the’’ man we need” (júst tann rætti). Eins og á føroyskum nýta vit bundna kenniorðið, tá ið navnorðið er kent fyri okkum, t.d. “did you see the color of the sun last night?” (sást tú litin á sólini í gjárkvøldið). Enskt hevur bundna kenniorðið í sambandi við (føroyskt ikki):
ljóðføri, ein spælir uppá ella dugir at spæla. T.d. “I play the violin” (eg spæli violin).
navnorð, ið eru knýtt at eini "of"-umskriving. T.d. “he is the owner of the fishfarm” (hann eigur alibrúkið).
raðtøl og dagfestingar. T.d. “it happened on the third of June” (tað hendi triðja juni)
nøkur mállæruheiti. T.d. “the noun is in the singular” (navnorðið er í eintali).
orðini same, following, former, latter. T.d. “we were in
Los Angeles
at the same time” (vit vóru í Los Angeles um somu tíð).
orðini north, south, east, west, right, left eftir fyriseting. T.d. “to the north of the
Faroe Islands
” (norðan fyri Føroyar).
Einki “the” er í mótsetningum, ella tá ið orðini eru hjáorð, t.d. “from right to left” (frá høgru til vinstru) ella “the room faces north” (kamarið vendir norðureftir). Summi navnorð hava eina óavmarkaða og eina avmarkaða merking, t.d. “life”, “death”, “hope”, “society” ella “unemployment”. Við óavmarkaðari merking eru orðini óbundin. Við avmarkaðari merking eru tey bundin. T.d. óbundin á enskum “we often put the blame on
society
” (vit geva ofta samfelagnum skyldina) og bundin á enskum “
the society
we are living in” (hetta samfelagið…).
Navnorð
rætta
rætta wikitekst
Ymisk orðanýtsla er á bretskum og
amerikonskum
: amerikanar kalla t.d. “post” fyri “mail” (postur), “holiday” fyri “vacation” (feria), “autumn” fyri “fall” (heyst), “bill” fyri “check” (rokning), “biscuit” fyri “cookie” (keks), osfr.
Á føroyskum bendast
navnorðini
í føllum, kynjum og tali: drog/drongur/dreingir/o.s.fr. Á enskum bendast tey bert í tali: eintal “boy”, fleital “boys”. Summi navnorð er óteljandi og koma bara fyri í eintali, t.d. “heat”, “weather” ella “water”. Flest
navnorð
fáa í fleirtali endingina s. Framburðurin er [s] ella [z]. T.d. “book, book
”, “cab, cab
”, “boys, boy
”. Navnorð, sum í eintali enda við s-ljóði fáa endingina es. T.d. “watch, watch
es
ella “bus, bus
es
”.
Orð
, sum í eintali enda við y eftir hjáljóð, fáa í fleirtali endingina ies. T.d. “lady, lad
ies
”, “hobby, hobb
ies
” ella “story, stor
ies
”. Y verður óbroytt, um sjálvljóð stendur frammanfyri, t.d. “boys, boys”, “day, days” ella “key, keys”. Nøkur orð, sum enda við o, fáa í fleirtali endingina es, t.d. “tomtato, tomato
es
”, “hero, hero
es
”, “vulcano, vulcano
es
”. Onnur fáa endingina s. Hetta eru serliga nýggj orð, t.d. til tøkni ella tónleik, og stytt orð. T.d. “video, video
”, “kilo, kilo
” ella “piano, piano
”. Við hvørt eru báðir møguleikar: “cargo, cargo
(e)s
”, “commando, commando
(e)s
”.
Trettan orð, sum í eintali enda við f ella fe fáa í fleirtali endingina ves, t.d. “calf, cal
ves
”, “knife, kni
ves
”, “life, li
ves
”, “wife, wi
ves
”. Framburður [vz]. Onnur orð við f(e) bendast reguliga. Framburður [fs]. T.d. “chief, chiefs”, “safe, safes”, “proof, proofs”, v.f. Summi orð kunnu taka [fs] ella [vs], t.d. “scarf, scarf
/scar
ves
”, “hoof, hoof
/hoo
ves
”, “wharf, wharf
/whar
ves
”. Sjey orð fáa umljóð í fleirtali. Tey flestu av hesum fáa eisini umljóð í føroyskum. T.d. “man, men”, “foot, feet”, “goose, geese”, “mouce, mice”, v.f. 3 orð fáa í fleirtali endingina (r)en, t.d. “child, child
ren
” og “ox, ox
en
”. “Hundred”, “thousand”, “million” og “dozen” (dusin) fáa einki s í fleirtali, tá ið eitt tal stendur frammanfyri, t.d. “a dozen knives”, “six million bucks” ella “five thousand vehicles”. Men tey fáa s í fleirtali, um einki tal stendur frammanfyri, t.d. “thousands of people” (í hundraðtali) ella “dozens of people” (í hópatali). Í sambandi við “several” fáa tey einki s, t.d. “several hundred soldiers” (fleiri hundrað).
Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi
djór
, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til
matna
, eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two pairs of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (
neyt
), “police” (
løgregla
), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (
hervald
). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika).
Fornøvn
rætta
rætta wikitekst
USA
og partvís í
Bretlandi
eru onnur heiti fyri longdarmát, rúmmát, vídd og vekt enn í øðrum londum, t.d. "
acres
", "
pounds
", "
gallons
", "
yards
", osfr.
Hvørfall
Hvønn- og hvørjumfall
Eintal
1. pers.
eg
me
meg/mær
2. pers.
you
tú/tygum
you
teg/tær/tygum
3. pers.
he, she, it
hann, hon, tað
him, her, it
hann/honum, hana/henni, tað/tí
Fleirtal
1. pers.
we
vit
us
okkum
2. pers.
you
tit
you
tykkum
3. pers.
they
tey
them
tey/teimum
Í USA er vanligt at mála hita í stigum
Fahrenheit
(℉).
Persónsfornøvn standa vanliga í sama falli á
føroyskum
og enskum, t.d. “I love you” (eg elski teg), “he gave me a gift” (hann gav mær eina gávu) ella “I looked at her” (eg hugdi at henni). Við hvørt er munur á føroyskum og enskum. Á føroyskum stendur umsagnarliður til grundlið í hvørfalli, t.d. “tað eri eg”. Á enskum er vanligt í
talumáli
at seta hann í hvønnfalli, t.d. “it is me” ella “it is I” (hátíðarligt mál). Hvønnfall kann somuleiðis í gerandisligum máli vera nýtt í sambandi við “as” og “than”, t.d. “she is as clever as him” ella “he is older than me”. Á føroyskum hava vit kvennkyns-, kallkyns- og hvørkikynsorð. Á enskum eru flest navnorð hvørkikyn, t.d. “boat” (it, hann), “lamp” (it, hon) ella “tree” (it, tað). “He” og “she” verður nýtt um fólk,men kann tó í ávísum førum nýtast um annað enn fólk, t.d. lond, skip og
djór
. Vanligt er at nýta “she”/“her” um skip, serliga tá ið tú hevur persónligan áhuga fyri tí, ella um tað er nevnt við navni. “She”/“her” verður somuleiðis nýtt um lond, tá ið hugsað verður um landið sum tjóð, t.d. “Iceland gained
her
independence in 1944”.
Á enskum er vanligt at siga “it” um djór; “he”/“she” kann tó verða sagt um djór, ið eru knýtt at menniskjum, t.d. “Is that your cat?
She
is beautiful”. Eisini siga vit “he”/“she”, tá ið dentur verður lagdur á kynið á djórinum, t.d. “
she
is a mare” (ryssa). Kvenndjórið og kalldjórið hava ofta serstøk nøvn eins og á føroyskum. Tá ið
tað
vísir aftur á ein setning, kann tað á enskum eita “so”. Hetta er í sambandi við orð sum t.d. “think”, “hope”, “say”, “suppose”, v.f. T.d. “yes, I think
so
” (eg haldi tað) ella “I hope
so
” (eg vóni tað).
Tað
í sambandi við
eisini
eitur á enskum “so”, t.d. “she was ill, and
so
was Peter” (hon var sjúk, og tað var Pætur eisini).
Tað
eitur “it”, tá ið vit ikki kunnu vita, hvønn vit tosa um, t.d. “who is on the phone?
It
is secret” (tað kundi verið ein og hvør).
Tað
eitur “he”/“she”, tá ið vit vita, hvønn vit tosa um, t.d. “Do you know that guy? Yes,
he
is a buddy of mine” (vit síggja persónin). “There” verður nýtt sum eykagrundliður, tá ið rætti grundliðurin er eitt navnorð, t.d. “
there
is a man outside”.

“It” verður vanliga nýtt um tíð (t.d. “
it
is twelve o’clock somewhere”), frástøðu (t.d. “
it
is a long way to Arkansas”) og veðrið (t.d. “
it
is so cloudy here”).
“It” verður nýtt, tá ið rætti grundliðurin er: navnháttur (“
it
is wrong to steal”) og ing-formur (
it
is no use to vote that way”). “It” verður nýtt sum eykagrundliður framman fyri
that
-setningar, t.d. “it says in the report that two women were killed”. Á føroyskum hevur ognarfornavnið sama form, um tað stendur í sambandi við navnorð, ella tað stendur einsamalt (navnorðsformur): hatta er mín hundur/hundurin er mín, á enskum eru tveir formar “that is
my
dog” og “the dog is
mine
”. Ognarfornøvn fáa ikki apostrof sum hvørsfalsmerki, t.d. “the baby has got
its
first tooth” ella “he didn’t find his own keys, so he took
hers
”. Á enskum er einki orð, sum svarar til tað føroyska sín/sítt/hjá sær. Í staðin nýta bretar ognarfornavnið “his”, “her”, “its”. T.d. “he spoke to
his
son” (son sín/sonin) ella “the kid lost
its
ball” (bóltin hjá sær).
Kelduávísingar
rætta
rætta wikitekst
Fleiri upplýsingar
rætta
rætta wikitekst
Albert C. Baugh
and Thomas Cable,
A History of the English Language
, London 2002,
ISBN 978-0-13-015166-7
Frederic G. Cassidy,
Geographical Variation of English in the United States
, in Richard W. Bailey and Manfred Görlach,
English as a World Language
, Ann Arbor 1982, pp. 177–210,
ISBN 978-3-12-533872-2
Fausto Cercignani
Shakespeare's Works and Elizabethan Pronunciation
. Oxford 1981,
ISBN 0-19-811937-2
David Crystal
The Cambridge Encyclopedia of the English Language
, Cambridge 2003,
ISBN 0-521-53033-4
Manfred Görlach,
Introduction to Early Modern English
. Cambridge 1991,
ISBN 0-521-32529-3
Christian Mair,
Twentieth-century English: History, variation and standardization
. Cambridge 2006.
Tom McArthur,
The Oxford Companion to the English Language
. Oxford 1992,
ISBN 978-0-19-214183-5
David Northrup,
How English Became the Global Language
. London 2013,
ISBN 978-1-137-30306-6
Peter Roach,
English Phonetics and Phonology
. Cambridge 2009.
Peter Trudgill and Jean Hannah,
International English: A Guide to the Varieties of Standard English
, London 2008,
ISBN 978-0-340-97161-1
J. C. Wells
, Accents of English, I, II, III. Cambridge 1982.
Sí eisini
rætta
rætta wikitekst
Brúkarakassin
Wikipedia
Enskt mál útgáva
av
Wikipediu
Mál í Evropeiska Samveldinum
Bulgarskt
Danskt
Enskt
Estiskt
Finskt
Franskt
Grikskt
Írskt
Italskt
Kekkiskt
Kroatiskt
Lettiskt
Litaviskt
Maltiskt
Niðurlendskt
Pólskt
Portugisiskt
Rumenskt
Slovakiskt
Slovenskt
Spanskt
Svenskt
Týskt
Ungarskt
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Enskt mál
Wikimedia Commons
Heintað frá "
Bólkar
Enskt mál
Mál í Evropa
Mál í Afrika
Mál í Amerika
Mál í Norðuramerika
Mál í USA
Mál í Kyrrahavsoyggjunum
Mál í Asia
Mál í Burundi
Fjaldur bólkur:
Pages using ISBN magic links
Enskt mál
Nýtt evni