Frakland - Wikipedia
Jump to content
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frakland - Frankaríki
République Française
Flagg
Frakland)
Skjaldarmerki
Frakland)
Tjóðarslagorð:
Liberté, Égalité, Fraternité
franskt
: Frælsi, Javnaður, Brøðralag)
Tjóðsangur
La Marseillaise
Alment mál
Franskt
Høvuðsstaður
Paris
Forseti
Emmanuel Macron
Forsætisráðharri
Sébastien Lecornu
Fullveldi
Verdunavtalan
843
Vídd
- tilsamans
- vøtn (%)
671 051 km
0,26
Íbúgvar
- tilsamans
2023
tættleiki
68 042 591
121/km
Gjaldoyra
Evro
Tíðarøki
UTC
+1
Økisnavn á alnetinum
.fr
Telefonkota
+33
Frakland
Frankaríki
ella
Franska Lýðveldið
, er størsta land í
Vesturevropa
. Í norðri hevur Frakland mark við
Belgia
Luksemburg
, í eystri við
Týskland
Sveis
og
Italia
, og í suðri við
Spania
og
Andorra
Paris
er høvuðstaður Fraklands og aðrir stórir býir er
Lyon
Marseille
Toulouse
og
Bordeaux
. Tað var í
mai
2017
, at
Emmanuel Macron
tók við sum franskur forseti.
Søga
rætta
rætta wikitekst
Ímillum best kendu holumálningar í Europa eru hesir úr Lascaux-hellinum. Teir málningarnir, sum eru varðveittir, eru møguliga frá um 15.000-10.000 f.Kr.
Tá ið trúbótin breiddi seg um Evropa, fór Frakland sum mong onnur lond í tvíningar trúarliga, og fólk vóru
protestantar
(meginparturin kalvinistar) og
katolikkar
. Franski kongurin, Karl 9., og mamma hansara, Katarina de Medici, vóru katolikkar, men aðalin stóð ikki longur saman í trúarspurninginum, og brátt valdaði hart innanhýsisstríð í landinum.
Bartalsmessudag
1572 komu allir oddamenninir hjá hugenottum til
París
í brúdleyp hjá franska trúnarvinginum
Heindriki av Navarra
, hann var hugenottur. Við samtykt Katarinu lupu katolikkar á um náttina og drupu allar høvuðsmenninar og fleiri túsund aðrar hugenottar í einum ræðuligum blóðbaði, sum síðan varð kallað bartalsmessunáttin ella blóðbrúdleypið í París. Heindrikur 4. royndi at fáa partarnar at binda frið, tá ið hann gjørdist kongur í 1589. Hann tók við katólskari trúgv, men við Nantes avtaluni í 1598 vissaði hann hugenottum
trúarfrælsi
Karl 2. kongur av
Spania
átti ongan arving. Tá ið hann doyði í 1700, læt hann franska hertuganum Filipi av Anjou trúnuna. Hann var sonarsonur Ludvík 14. Onnur lond í Europa, sum ikki vildu hava, at Frakland og Spania vórðu sameind á henda hátt, stovnaðu eina stóra samgongu, og í 1701 brast spanska trúnarvingakríggið á. Ein av fremstu herovastunum í samgonguni, John Churchill hertugi í Marlborough, vann stórsigur á fraklendingum í bardaganum við Blenheim í 1704, og tríggjar aðrar sigrar seinni. Hóast hesar ósigrarnar var Frakland enn stórveldi, og eftir Utrecht-sáttmálanum, sum fekk enda á krígnum í 1713, var Filip í Anjou sitandi á sponsku trúnuni. Tað var rættiliga drúgt hjá Fraklandi at vinna á avleiðingunum av spanska trúnarvingakrígnum. Tá ið Ludvík 14. doyði í 1715, var bara fimm ára gamli langabbasonur hansara Ludvík 15. at taka við eftir hann, og eitt skifti vóru stjórnarviðurskiftini í landinum óstøðug. Tá ið Ludvík 15. fylti 16 ár, útnevndi hann lærara sín Fleury til ríkisstjóra. Fleury legði dent á at menna ídnað og handil og bøtti um fíggjarviðurskiftini og rættarskipanina. Hann gjørdi góðar sáttmálar við onnur lond og bygdi upp franska flotan. Men Fleury gjørdi einki at bøta um korini hjá arbeiðara- og bóndastættunum, og tí vaks misnøgdin við ráðandi myndugleikarnar nógv hesi árini.
Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis
Chenonceaux
við ánna
Loire
. Alt hetta fekk bráðan enda í
kollveltingini
1789
. Kongsveldið varð tikið av, og
Ludvík 16. kongur
og
Maria Antoinette
drotning vórðu hálshøgd alment. Í
1792
varð Frakland lýst tjóðveldi.
Franska Kollveltingin
rætta
rætta wikitekst
Trikolorurin, trílitt flagg í reyðum, bláum og hvítum, var nýggja merkið í franska lýðveldinum.
Franski heimspekingurin
Voltaire
hevði stóran ávirkan í
upplýsingartíðini
. Frælslyntu sjónarmið hansara høvdu við sær, at hann tvær ferðir varð settur fastur í Bastilluna í
París
Franska Kollveltingin
var ein fullkomilig uppgerð við feudalu samfelagsskipanina. Síðan 1740 hevði Frakland verið í trimum stórum kríggjum og var avmergjað, og nú, ið grøðin sveik, ruku matvøruprísirnir upp. Kongur hevði
einaveldi
, og bannað var at finnast at stýrinum. Aðalin, ið enn stýrdi sum skattafrælsir feudalharrar, kroysti enn hægri avgjøld úr fátæku og alsamt ónøgdaru bóndunum, ið oman á alt guldu meginpartin av landsskattinum. Eisini miðalstætturin var ónøgdur. Ímillum teirra, sum tóku undir við kollveltingini, vóru keypmenn, arbeiðarar, hermenn og bøndur. Øll vóru tey samd um, at valdsharrarnir vóru farnir illa við teimum. Vaktur av upplýsingarheimspekini kravdi hann rætt og vald í samfelagnum. Í 1789 stevndi Ludvík 16. kongur stættatinginum saman fyri fyrstu ferð í 150 ár at greiða búskaparstøðuna í landinum. Í stættatinginum var prestastætturin hægst, so aðalstætturin og lægst triðistætturin, har øll hini vóru. Triðistætturin kravdi stættatingið tikið av og tjóðarting sett í staðin. Tá ið kongur og hinir báðir stættirnir noktaðu fyri hesum, kunngjørdi triðistættur, at hann var tjóðarting Fraklands. Stór mannamúgva herjaði á fangahúsið í
París
, Bastilluna, 14. juli, ið síðan hevur verið tjóðardagur Fraklands. Tjóðartingið gjørdi í skjótari vending nógvar broytingar, ið tóku av feudalskipanina. M.a. viðgitnu yvirlýsingina um mannarættindi og fólkaræðiliga grundlóg, sum var grundað á javnað, frælsi og brøðralag.
So hvørt sum teir víðgongdu kollveltingarmenninir fingu meiri vald, vórðu alt fleiri og fleiri fólk avrættað í falløksini. Tað galt eisini tey, sum høvdu staðið á odda fyri kollveltingini. Víðgongda kvinnurættindastríðskonan
Maria Olymp de Gouges
, varð avrættað í 1793. Tveir kendir kollveltingarmenn, løgfrøðingurin
Georges Jacques Danton
og ritstjórin
Jacques René Hébert
, vórðu avrættaðir eftir boðum frá hægsta kollveltingarmanninum,
Maximilien Robespierre
, sum sjálvur fekk somu lagnu í 1794. Falløksin, sum læknin J.I. Guillotin gjørdi, gjørdist ímyndin um fronsku kollveltingini. Hon stóð á tí, sum nú er Place de la Concorde í miðbýnum í
París
. Undir ræðslustýrinum vóru avrættingarnar ein blóðig sjón, sum dró stóra áskoðarafjøld. Hvassa blaðið á falløksini gjørdi, at tann deyðadømdi varð skjótt og menniskjaliga avrættaður. Blaðið fell niður á hálsin á tí deyðadømda, tá ið bøðilin slepti tognum. Høvd og kroppur á tí avrættaða vórðu borin burtur í kurvum og grivin í ómerktum hópgrøvum.
Franska hjálandaveldið
rætta
rætta wikitekst
Fronsku hjálondini, 1919-1939.
Tað franska
hjálandaveldið
, ið byrjaði við hertøkuni av
Algeria
, var stovnað í 1830. Tey komandi árini tóku fransmenn sær yvirvaldsrætt á fleiri økjum í
Afrika
og í sunnara partinum av
Indokina
. Men tað var ikki fyrr enn eftir tann stóra ósigurin móti
Týsklandi
í 1871, at Frakland av álvara fór at reka ein imperialistiskan politikk, ið umsíðir tryggjaði Fraklandi yvirvaldsrættin í Indokina, stórum pørtum av Afrika kring
ekvator
, í oyggjunum í
Kyrrahavinum
og
Indiska havinum
og harafturat í Norður-Afrika, úr
Marokko
til
Tunesia
. Tann franski politikkurin, ið hevði til endamáls at økja um fronsku ognirnar í Afrika, førdi nakrar ferðir til stórar ósemjur við hini evropeisku londini. Í 1898 varð ósemja við
Stóra Bretland
og í 1905-1911 við Týskland. Ósemjan við Týskland førdi ongantíð til beinleiðis kríggj, men sambandið landanna millum kólnaði nógv hetta tíðarskeiðið. Av øllum teimum fronsku hjálondunum var tað Algeria, sum tók ímóti teimum flestu fronsku niðursetufólkunum. Í 1906 var 8. hvør íbúgvi í Algeria fransmaður ella av fronskum uppruna.
Politikkur
rætta
rætta wikitekst
Ein tann gitnasti bygningur í París er
Eiffeltornið
. Tað varð bygt í 1889 og er 300 m. høgt. Byggimeistarin æt Alexandre Eiffel.
Markið millum
Spania
og Frakland gongur eftir einari
fjallarøð
Stjórnarskipan
rætta
rætta wikitekst
Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum
Paris
av forseta og fólkavaldari stjórn. Síðani 5. franska republikkin varð stovnað 4. oktober 1958 undir
Charles de Gaulle
, hevur Frankaríki havt bæði ein forseta og ein forsætisráðharra. Forsetin verður valdur beinleiðis av fólkinum, og tilnevnir síðani forsætisráðharran og hinar ráðharrarnar. Forsetin verður valdur fyri fimm ár í senn. Valið gongur fyri seg í tveimum umførum. Til fyrra umfarið kunnu øll stilla upp. Um eingin av teimum sum stilla upp, fær meiri enn helmingin av øllum atkvøðunum, verður farið víðari til annað umfar. Men nú er tað bert tey bæði umboðini, sum fingu flestar atkvøður í fyrra umfarinum, sum standa fyri vali. Endamálið við hesi tvíbýttu skipanini er at forða fyri, at ov víðgongdar politiskar kreftir vinna valdið.
Síðani stovnanina av 5. republikkin í 1958, so hava tað verið tveir stórir politiskir flokkar í Frankaríki – Sosialistarnir og Republikanararnir. Og hava hesir flokkar í stóran mun skiftst um at havt valdið. Hvørgin av hesum flokkum kom víðari til annað umfar í 2017.
Samkynd
rætta
rætta wikitekst
Savnið
Louvre
er heimsins størsta listasavn og telist millum tey kendastu.
Áðrenn kristna kirkjan fór at umsita
hjúnabandið
, vóru parløg og hjúnabond millum tvey av sama kyndi ikki óvanlig; hjúnabond millum fólk av sama kyndi vóru vanlig í gamla Fraklandi. Í miðøldini í Fraklandi kundu menn lógliga undirskriva ein almennan “affrérement” sáttmála sína millum
. Hesin sáttmáli kravdi, at teir livdu saman og deildu ”un pain, un vin, et une bourse” (eitt breyð, eitt vín og eina pengamappu). Hesin sáttmáli verður mettur at vera eitt tað fyrsta dømið um eitt alment góðkent
skrásett parlag
. Í 1791 verður Frakland fyrsta landið í heimin, sum aftur ger samkyndleika lógligan.
Í sínum valstríði lovaði sosialistiski forsetin
François Hollande
at fáa lógina samtykta um hjúnabond, og tað lyfti er uppfylt í 2013; fronsk samkynd kunnu giftast frá 2013
. Sambært nýggjum hagtølum eru samkynd 6,5 prosent av veljaraskaranum í Fraklandi.
Mentan
rætta
rætta wikitekst
Versailles
er óføra stór og stásilig borg stutt frá París.
Dómkirkjan í
Chartres
, 90 km í ein útsynning úr París, er meira enn 700 ára gomul.
Fronsk mentan, t.d. franskur
matur
og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna
ES
. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í
Evropa
. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.
Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok,
TGV-tokið
, sum kann koyra 515 km/h.
Paris
, ið er báðumegin
Seineá
, er
høvuðsstaður
Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja
Eiffeltornið
Louvre-savnið
og
Notre Dame-kirkjuna
. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.
Fólkið
rætta
rætta wikitekst
Til samans búgva 66 milliónir fólk í Fraklandi. Av fraklendingunum, ið hoyra til eina kirkju, hoyra teir flestu til
katólsku kirkjuna
. 2 prosent hoyra til
protestantisku
kirkjuna. Frakland er tað landið í
Evropa
, har tað búgva flest jødar í 2015, nevniliga 700.000.
Landafrøði
rætta
rætta wikitekst
Korsika
er landsins størsta oyggj.
Høvuðsvegurin í
París
, Champs-Élysées.
Frakland er størsta landið í
Vesturevropa
. Norðureftir og eystureftir hevur Frakland langt mark ímóti bæði
Belgia
Týsklandi
Italia
Sveis
og
Luksemburg
Andorra
Spania
og
Miðjarðarhav
eru sunnanfyri, og vestanfyri er markið Ermarsund og
Atlantshav
Í landinum eru víðar, grønar fløtur og litfargir smáir og stórir býir og bygdir um alt landið. Tær vøkru, nógvu borgirnar minna um ta spennandi og longu søguna. Í Norðurfraklandi er veðurlagið bæði vátligt og kaldligt. Syðri, fram við Miðjarðarhavi, er heitari og nógv turrari. Um summarið kemur hitin í Suðurfraklandi ofta upp um 25
°C. Í býunum skugga trøini fyri sólini, og gosvøtn køla luftina. Høgar brekkur eru fram við strondini, og í dølunum eru umstøðurnar góðar til landbúnað. Inni í landinum er nógv fjallalendi,
Miðfjøllini
, har útkólnað gosfjøll síggjast har og her. Eystanfyri eru
Alpurnar
við hægsta fjallinum í Evropa,
Mont Blanc
, og á markinum ímóti Spania eru Pyrineafjøll.
Frakland eigur eisini Miðjarðarhavsoynna
Korsika
umframt nakrar oyggjar í
Kyrrahavi
og í
Karibia
Býir
rætta
rætta wikitekst
Paris
Marseille
Lyon
Lille
Bordeaux
Toulouse
Nice
Nantes
Strasbourg
Rennes
Grenoble
Montpellier
Búskapur
rætta
rætta wikitekst
Landbúnaðurin hevur stóran týdning í Fraklandi, men flestu garðarnir eru smáir, og nógvir bøndur selja grøðina á gøtumarknaðum.
Frakland ger um fjórðingin av øllum
víni
í heiminum, og víngarðar eyðkenna franska landslagið.
Sigursportrið í
París
Landbúnaður
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsvinnuvegurin i Fraklandi er
landbúnaður
. Í norðara og vestara parti av fronsku fløtuni velta teir mest hveiti og sukurrøtun. Neytum hava teir nógv av, og fronsku neytini bera orð fyri at vera góð. Nógv av mjólkini verður gjørt til ost, og nógvastaðni er tann franski osturin væl umtóktur. Garðarnir eru nú oftast ikki størri enn so, at maður og kona við børnum fáa gjørt tað sum er at gera. Á franska hálendinum og upp móti
Pyrenearljøllunum
hava teir stór fylgir av seyði og nakað av geitum eisini. Summastaðni í Fraklandi, t. d. rundan um
Bordeaux
og í landspartinum Champagne eru stórar fløtur avplantaðar við
víni
. Tað lýggja veðurlagið og tann góði sólargangurin ger, at vinviðjurnar trívast væl, og einki annað land í verðini framleiðir so nógv vín sum Frakland. Teir flyta vín út í stórum. men nógv verður eisini drukkið í landinum, tí teir brúka tað aftur við
mati
. Í Normandinum ber ikki til at dyrka vin, tí veturin er ov kaldur, men so hava teir stórar súreplagarðar i staðin fyri. Í Rhonedalinum er fult av morberjatrøum á gørðunum, og fólk ala upp nøgd av silkiormum. Suðuri við
Miðjarðarhavið
dyrka teir nakað av risi og suðurí móti Pyreneunum mais.
Ídnaður
rætta
rætta wikitekst
Í eystara parti av Fraklandi er bæði nógv kol og nógv jam, mesta jarnið er vestan fyri Vogesurnar og mesta kolið eystur móti
belgiska
markinum. Teir stoyta so nógv jarn í Fraklandi, at teir mugu flyta hópin av koli inn úr
Týsklandi
og Belgia. I teimum stóru verksmiðjunum gera teir m. a. bilar, maskinur, brúgvar, vápn og ymisk amboð. Harafturat flyta teir eisini út ein hóp av jarnbjálkum og skinnarum. Stálskípum smíða teir eisini nógv av. Tó at tað eru nógvar ídnaðarvirkir í Fraklandi, so er ikki so stórt svarðloysi rundan um tey sum í
Bretlandi
. Summastaðni í
Alpunum
eru tjúkkar fláir av einum leirslagi, sum teir kalla bauxit; úr hesum gera teir aluminium, og verður tað gjørt við elmegi. Einamest eru fraklendingar gitnir fyri klædnavarur sínar. Teir hava gløgt eyga fyri vakurleika, og sum mótakongamir i
París
skipa fyri, fara konufólkini um tað mesta av Evropa at ganga klødd. Nógv av tilfarinum er silki, og tó at væl av silki verður framleitt í Fraklandi, so flyta teir nógv inn eisini, og tað mesta av lf er kunstsilkí. Umframt konufólkatoy flyta teir eisini út nógv luktilsi, sum verður gjørt úr blómum.
Fiskiskapur
rætta
rætta wikitekst
Fiskiveiðan í Fraklandi er hópin stór. Flestu fiskiførini eru úr
Bretagne
og
Normandinum
. Summi skipini eru heilt stór, og teir royna bæði undir
Grønlandi
Íslandi
og
Nýfundlandi
Kanada
Myndasavn
rætta
rætta wikitekst
Eiffeltornið
varð bygt at hátíðarhalda 100 ára dagin fyri
fronsku kollveltingina
Ludvík 14. bygdi stásiliga borg við Versailles í ein útsynning úr París.
Við Carnac reistu tey fyri fleiri enn 7500 árum síðan stórar, steinar, sum tey settu í long røð.
Louvre í
París
er eitt av teimum kendastu listasøvnunum í heiminum.
Marseille
varð bygdur í fornøld og er nú størsti havnabýur í Fraklandi.
Uml. 15 milliónir fólk vitja hvørt ár Disneyland-stuttleikaparkina.
Farið varð undir at byggja kendu Notre Dame-dómkirkjuna í 1163, og arbeiðið varð ikki liðugt fyrr enn næstan 200 ár seinni.
Keldur
rætta
rætta wikitekst
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-07
Hygg eisini at
rætta
rætta wikitekst
Ávisingar úteftir
rætta
rætta wikitekst
Lond í Evropa
Lond
Albania
Andorra
Armenia
Aserbadsjan
Belgia
Bosnia-Hersegovina
Bulgaria
Danmark
Estland
Eysturríki
Finnland
Frakland
Georgia
Grikkaland
Hvítarussland
Írland
Ísland
Italia
Kasakstan
Kekkia
Kosovo
Kroatia
Kýpros
Lettland
Liktinstein
Litava
Luksemburg
Malta
Moldova
Monako
Montenegro
Niðurlond
Norðurmakedónia
Noreg
Pólland
Portugal
Rumenia
Russland
San Marino
Serbia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Sveis
Svøríki
Turkaland
Týskland
Ukraina
Ungarn
Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki
Akrotiri
og
Dhekelia
Áland
Føroyar
Gibraltar
Guernsey
Jersey
Man
Norðurírland
Skotland
Wales
1.
Land
lutvíst
Asia
2.
Landafrøðiligani í
Asia
, men ofta roknað sum partur av
Evropa
av mentanarligum og søguligum ávum.
Lond í Evropeiska Samveldinum
Belgia
Bulgaria
Danmark
Estland
Eysturríki
Finnland
Frakland
Grikkaland
Írland
Italia
Kekkia
Kroatia
Kýpros
Lettland
Litava
Luksemburg
Malta
Niðurlond
Pólland
Portugal
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Svøríki
Týskland
Ungarn
Lond í NATO
Albania
Belgia
Bulgaria
Estland
Danmark
Finnland
Frakland
Grikkaland
Italia
Ísland
Kanada
Kekkia
Kroatia
Lettland
Litava
Luksemburg
Norðurmakedónia
Montenegro
Niðurlond
Noreg
Portugal
Pólland
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Turkaland
Týskland
Ungarn
USA
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Frakland
Wikimedia Commons
Heintað frá "
Bólkar
NATO
Evropa
ES
Frakland
Fjaldur bólkur:
Pages containing cite templates with deprecated parameters
Frakland
Nýtt evni