Týskland - Wikipedia
Jump to content
Henda greinin er
úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Samveldislýðveldið Týskland
Deutschland
Flagg
Týskland)
Skjaldarmerki
Týskland)
Tjóðarslagorð: Einigkeit und Recht und Freiheit
Tjóðsangur
Das Lied der Deutschen
Alment mál
Týskt
Høvuðsstaður
Berlin
Samveldisforseti
Frank-Walter Steinmeier
Samveldiskanslari
Friedrich Merz
Fullveldi
Verdunavtalan
843
18. januar
1871
23. mai
1949
3. oktober
1990
Vídd
- tilsamans
- vøtn (%)
357 022 km
1,27
Íbúgvar
- tilsamans
2021
tættleiki
83 129 285
232/km
Gjaldoyra
Evra
(EUR)
Tíðarøki
UTC
+1
Økisnavn á alnetinum
.de
Telefonkota
+49
Óløntur konsul í Føroyum (
Honorarkonsularin
Asa á Dul Jacobsen
Staravegur 5
Postboks 1
110 Tórshavn
Samveldislýðveldið Týskland
týskt
: Bundesrepublik Deutschland)
er eitt land í
Miðevropa
og er eitt av ríkastu londum í heiminum. Í vestri hevur Týskland mark við
Holland
Belgia
Luksemburg
og
Frakland
, í norðri við
Danmark
, í eystri við
Pólland
og
Kekkia
og í suðri við
Eysturríki
og
Sveis
. Sjómarkini eru við
Norðsjógvin
og
Eystrasalt
. Høvuðsstaður er
Berlin
, og landið hevur umleið 81 milliónir íbúgvar. Týskland er "grønasta land í heiminum". Tey hava vunnið hendan heiður eftir í
2007
at hava minkað um
CO
-útlátið við meira enn nakað annað land í heiminum; 5,6
% har útlátið í heiminum tilsamans vaks við 2,4
%.
Søga
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsgrein:
Týsk søga
Fyrsta stigið til Týskland kann sigast at vera tað Eysturfrankiska Ríkið, sum varð stovnað eftir at
Frankiska Ríkið
var býtt sundur millum tríggjar abbasynir hjá
Karlamagnusi
843
við friðinum í
Vardun
. Av hesum verður eystasti parturin upphavið til Týskland, meðan vestasti parturin verður upphavið til
Frakland
. Tá tann eysturfrankiski herskarin Otto I, sum bæði víðkaði og staðfesti ríkisins og sítt egna vald, so læt hann seg knúna í 962 við tí rómversku keisarakrúnuni av páva Johannes XII, tá gjørdist hann keisari yvir tað týsk-rómverska ríkið ella tað Heilaga rómverska ríkið. Hetta keisararíkið var meira eitt samveldi av statum við einum felags keisara sum formellur regentur.
Hetta ríkið varir til 1806, tá
Napoléon 1.
, keisari í
Fraklandi
, vinnur á ríkinum.
Eftir royndir at savna ríkið, avgera tey trý kríggini ímóti
Danmark
í 1864,
Eysturríki
í 1866 og
Fraklandi
í 1870-71 úrslitið, og í januar 1871 verður
Wilhelm I
krýndur til fyrsta keisara í einum savnaðum Týsklandi.
Hetta týska ríkið heldur sær til endan av
fyrra veraldarbardaga
, tá partar av landinum verða givnir til m.a. eitt endurstovnað
Pólland
. Í millumkrígstíðini verður landið ofta kallað
Weimarlýðveldið
Undir
seinna veraldarbardaga
veksur Týskland munandi um økið hjá sær við at innlima
Eysturríki
Kekkia
, og stórar partar av
Póllandi
. Seinni koma eisini
Estland
Lettland
Litava
og partar av
Hvítarusslandi
og
Ukraina
undir týskt vald.
Eftir at teir fýra sigursharrarnir,
Stóra Bretland
Frakland
USA
og
Sovjetsamveldið
ikki kundu sameinast um framtíðina hjá Týsklandi, vórðu
Lýðveldini Vesturtýskland
á týskum
Bundesrepublik Deutschland (BRD)
) og
Eysturtýskland
Deutsche Demokratische Republik (DDR)
Týska Fólkaræðisliga Lýðveldið) stovnað, Vesturtýskland hin 23. mai 1949 og Eysturtýskland hin 7. oktober sama árið. Eftir seinna heimskríggj streymaðu nógv týskttalandi flóttafólk til Týsklands, í 1950 var talið á flóttafólkum sum komu uttanífrá komið upp á 12,5 milliónir. Vesturtýskland var við til at stovna
Evropasamveldið
í 1957. Undir kalda krígnum var sambandið millum báðir teir týsku statirnir ikki góðir, sambandið batnaði tó í 1970'árunum. Kanslarin
Willy Brandt
setti á stovn Ostpolitik til tess at betra um viðurskiftini við Eysturevropa. Í 1973 gjørdust bæði Vestur- og Eysturtýskland limir í ST.
Dagsins Týskland varð til, tá londini
Vesturtýskland
og
Eysturtýskland
vórðu sameind 3. oktober 1990, eftir at
Berlinmúrurin
fall hin 9. november 1989.
Landafrøði
rætta
rætta wikitekst
Köln
við ánna Rín.
Luftmynd av
Berlin
Høvuðsgrein:
Týsk landafrøði
Týskland er stórur partur í
Miðevropa
. Belgia, Luksemborg, Niðurlond og Frakland eru vestanfyri, Kekkia, Slovakia og Sveis sunnanfyri, Pólland eystanfyri og
Norðsjógvurin
Eystarasalt
og Danmark norðanfyri. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku
alpunum
fyri sunnan. Úr slættlendinum á vesturstrondini og norðurstrondini hækkar tað so líðandi.
Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir
Länder
, og við einari samveldisstjórn, lík henni í
Sambandsríki Amerika
. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr
Bayern
) og so týskarar.
Norðurtýskland
rætta
rætta wikitekst
Norðurtýskland er lágt og ryggjut land; jørðildið er næstan alt bara morenusandur og eyrur.
Oyggin
Sylt
í Norðurtýsklandi.
Norðari partur í landinum er slætt og smáheyggut búnaðarlendi. Meðan tað nógvastaðni kann vera so, at tað er ein meginá ella ein fjallaryggur, ið er mark millum tvey lond, er ikki so millum
Danmark
og Norðurtýskland. Har gongur markið mest gjøgnum slættan bø, og bert málaðir marknasteinar siga frá, um tú ert norðan ella sunnan fyri markið. Landið frá danska markinum suður ímóti Kielargryvjuni rópa teir
Slesvík
; landslagið har er meinlíkt tí í danska partinum av Suðurjútlandi; á eystursíðuni skera djúpir firðir seg inn í landið, sum er slætt við stórum ryggjum og herðum uppímillum. Moldin her er mest leirmold. Longur vesturi er slættari, men har er sandmold, so hon ber ikki so væl korn; allarvestast móti
Norðsjónum
er heilt slætt og so lágt, at teir hava bygt verjigarðar til at forða fyri, at sjógvurin skal leggja innyvir, tá ið vestanódnirnar herja. Á hesum lendinum fruktar væl, og teir rópa tað marsk. Slesvík er gamalt danskt land, men í 1863 noyddist Danmark at avluta tað til Týskland. Sunnan fyri Kielargryvjuna er
Holstein
; lendið har líkist tí norðan fyri gryvjuna. Frá Holstein norður móti Harzen er alt Norðurtýskland eitt slættlendi, men kortini eru ryggir uppímillum. Summastaðni eru stórar lyngheiðar; men tær eru nógv minkaðar, tí teir hava antin velt tær undan eller plantað trø á teimum. Meginparturin av teirri norðurtýsku jørðini lá fyrr sum óveltar heiðar og víðar mosafløtur. Lüneburgar-heiðarnar vóru tvær ferðir so stórar sum
Føroyar
. Nú á døgum eru heiðarnar minkaðar burtur í lítið og einki, tí stórar víddir eru lagdur undir plógv, og tað, sum eftir er, er plantað við trøum. Í støðum eru stórir furuskógir. Megináirnar Weser, Elbá og Oder renna allar makar, og reinar og djúpar eru tær, so tær verða nógv brúktar at flyta varu eftir. Fyri at gera tað enn lagaligari fyri siglingina hava teir eisini grivið gryvjur millum teirra.
Mið- og Suðurtýskland
rætta
rætta wikitekst
Í Miðtýsklandi er fjallaryggurin Harzen.
Havnin í
Karlsruhe
við ánna Rín. Áin Rín er logsta á í
Vesturevropa
Suðurtýskland er alt ein háslætti, men so ganga einstakir fjallaryggir gjøgnum landið. Navnið á teimum flestu fjøllunum endar við "wald" sum til dømis
Schwarzwald
, og landið er ógvuliga væl dyrkað. Jørðildið er morenusandur og eyrur, men blandað við kálk, tí fjøllini sunnanfyri eru kálkfjøll. Landið er mest sum alt velt til gras og humla, epli og korn. Veðurlagið er lýtt um summarið, men heldur kølið um veturin. Syðst í landinum koma fjøllini upp í 3000 metra hædd. Oman úr fjøllunum renna stórar og nógvar áir. Tær størstu eita Neckar, Donau og Main. Vestari parturin av háslættanum eitur Bayern. Høvuðsstaðurin í Bayern eitur
München
. München er serliga gitin fyri síni stóru ølgerðarhús. Nógvastaðni í bæði Mið- og Suðurtýsklandi eru stórir skógir. Kendastu skógirnir eru Harzen, Thüringer Wald og Schwarzwald í útsynningspartinum í Suðurtýsklandi. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har. Harzen er eitt fjallalendi nakað miðskeiðis í Týsklandi. Harzen er slættur omaná við einstøkum høgum tindum. Teir hægstu tindarnir eru einar 1000-1100 m. høgir; hægsti teirra millum eitur Bloksbjørg sum er 1142 m. høgur. Uppi á Bloksbjørgi er útynið vítt í allar ættir. Skógur veksur á fjøllunum, og har eru natúrvakurt pláss. Av tí at fjøllini reisa seg so knappiliga, er har frálíkt útsýni; fleiri hundrað bygdir skulu í góðum sýni kunna síggjast av hægstu toppunum. Teir høgga blýggj og silvur í Harzen, og sink er eisini. Hagar niðan streymar ferðafólk bæði summar og vetur. Fjallalíðirnar eru væl veltar í neðra og vaksnar við skógi í erva heilt niðan undir tindarnar. Oman úr fjøllunum renna í djúpum gjáum stórar áir, sum verða byrgdar inni til stór vøtn. Vatnið verður nýtt at framleiða elstreym, sum fær gongd á sær mongu maskinurnar í námsvinnuni og bræðingarhúsunum. Nógvir av býunum í Harzen hava eins og teir suðurtýsku býirnir varðveitt tað gamla sniðið. Nakað sunnan fyri Harzen er fjallaryggurin Thüringerwald, sum er meinlíkur Harzen.
Ríná er longsta á í Týsklandi. Hon kemur úr Alpunum í Sveis og rennur
á markinum millum Fraklands og Týsklands. Haðani sker hon seg ígjøgnum Niðurlond og Vesturtýskland, áðrenn hon rennur út í
Norðsjógvin.
Fyri eystan slættan eru bøhmisku fjøllini, sum eru mark millum Týskland og
Kekkia
, og fyri sunnan eru Bayersku alpurnar. Donau springur upp í Schwarzwald og rennur so eystur gjøgnum landið og inn í
Eysturríki
. Á vegnum renna fleiri greinar oman úr
Alpunum
í hana. Rín springur upp undir St. Gothards fjallinum í
Sveis
; hon rennur út í Bodenvatnið. Komin úr aftur vatninum ger hon stóran foss við býin Schaffhausen. Har hava teir bygt fleiri stór elverk. Síðan rennur hon eitt strekki beint vestur, men við býin Basel sneiðir hon beint norðurá og verður nú marknará millum Frakland og Týskland. Fløtan, sum hon her rennur ígjøgnum, millum Sveis og Vogesurnar, eitur Rínslættan og er eitt tað gróðrarbesta plássið í Týsklandi. Rínslættin er ein tann fruktabesti bletturin í øllum Týsklandi, tí veðurlagið er lýtt, og fjøllini líva so væl. Á Rínslættanum er tætt av stórum bygdum. Allastaðni fram við Rínánni eru bygdir og býir. Stundum standa býirnir beint yvir av hvørjum øðrum. Hesir býir eru av fyrstantíð bygdir, har sum ein brúgv ella ein ferja hevur gingið yvir um ánna. Á leiðini, har sum áin Main rennur út í ánna Rín, eru býirnir Wiesbaden og Mainz beint hvør yvir av øðrum. Norðan fyri Mainz rennur áin Rín inn í ein trongan dal í Skifurfjøllunum. Hesin dalur eitur Ríndalurin. Ríndalurin er í støðum so trongur, at teir hava noyðst at skotið sær vegin ígjøgnum áarbakkan. Suðursíðan á Ríndalinum er øll velt í tvørteigar, og garðar laðaðir uttan um teigarnar at verja, so at moldin skal ikki regna burtur. Tvørteigarnir eru allir vaksnir við vínviði. Vinið kalla teir Rínvín. Á norðara áarbakkanum er sólargangurin ikki nóg góður til vínvið; har vaksa stórir eikiskógir. Uppi í Ríndalinum bygdu riddarar og kongar í miðøldini sær sterkar borgir til verju móti fíggindunum og at gera herferðir frá. Nakrar av hesum borgum eru til enn, men vera nú nýttar til ferðamannaheim. Norðan fyri Køln rennur áin Ruhr út í ánna Rín. Við Ruhrá er ein tann størsti ídnaðardepilin í Evropa. Frá gamlari tíð er nógv kol høgt í Ruhr. Nú er mest evnafrøðiídnaður, maskinídnaður og stálidnaður. Býirnir eru mest sum allir samanvaksir. Hin gamli býurin Solingen er á hesum leiðum. At enda rennur Rín vestur í
Niðurlond
og út í Norðsjógvin.
Býir
rætta
rætta wikitekst
Kort yvir Týskland.
Fimm av teimum størstu býunum í Týsklandi eru
Berlin
(3 431 675 íbúgvar)
Hamburg
(1 746 893 íb.)
München
(1 294 608 íb.)
Köln
(1 000 660 íb.)
Frankfurt am Main
(732 688 íb.)
Í Týsklandi eru 11 stórbýarregiónir. Í teimum 11 regiónunum búgva umleið 49 miliónir íbúgvar, sum svarar til nærum 60
% av fólkatalinum í Týsklandi.
Rhein-Ruhr-regiónin
Berlin/Brandenburg
Rhen-Main-økið
Stuttgart
Hamburg
Hannover-Braunschweig-Göttingen
Sachsendreieck
Chemnitz
Zwickau
Dresden
Leipzig
Halle
München
Nürnberg
Bremen-Oldenburg
Rhen-Neckar
Politikkur
rætta
rætta wikitekst
Tey týsku hjálondini í 1914 vóru núverandi
Togo
Kamerun
Tansania
og
Namibia
. Umframt hetta tóku týskarar ein part av oynni
Ný Guinea
og nakrar aðrar oyggjar í
Kyrrahavinum
Høvuðsgrein:
Týskur politikkur
Umhvørvispolitikkur
rætta
rætta wikitekst
Í alheimsorkufrágreiðingini hjá
BP
fær Týskland heiðurin at vera heimsins grønasta land.
Sambært frágreiðingini minkaði Týskland sína orkunýtslu 5,7 prosent í 2007 í mun til árið fyri. Sama ár vaks orkunýtslan við 2,7 prosent um allan heimin. Tey lond, ið nýta mest orku, eru
Kina
USA
og
India
Frágreiðingin vísir, at Týskland minkaði 16 prosent um kjarnorkunýtsluna umframt at skerja nýtsluna av gassi og
olju
. Kolnýtslan er tó vaksin hetta árið.
Eftir at nýggju umhvørvislógirnar vórðu samtyktar, segði týski kanslarin,
Angela Merkel
, at lógirnar vóru neyðugar fyri at verja veðurlagið. Ætlanin er at minka
CO2
útlátið í Týsklandi við 40 prosent í 2020 í mun til 1990.
Innflytarapolitikkur
rætta
rætta wikitekst
Upp gjøgnum
90'ini
, tá milliónir av russarum fluttu til Týsklands, noktaði týska stjórnin at góðkenna russisku universitetsútbúgvingar teirra
. Og hetta hevði við sær, at teirra evni vórðu spilt, samstundis sum eingin vinningur fekst burtur úr at venja hesi til at gerast óteljandi dugnalig vísindafólk, verkfrøðingar og telduforritarar. Tær týsku stjórnirnar, sum síðani komu til valdið, megnaðu eiheldur at veita landsins trimum milliónum borgarum við turkiskari bakgrund
útbúgving
, so nytta kundi fáast úr evnum teirra. Enn tørvar Týsklandi vælútbúnar tilflytarar. Cologne Institute for Economic Research sigur í 2013, at longu nú mangla 210 000 útbúnir
støddfrøðingar
, verkfrøðingar, vísindafólk og KT-serfrøðingar
. Almenna týska hagstovan metir í 2013, at tær 50 milliónirnar av arbeiðsførum týskarum millum 20 og 65 ár, fara at minka niður í 33 milliónir í 2060, um ferð ikki av álvara verður sett á tilflytingina
. Onkur hjálp er tó við hondina, takkað verið búskaparligu kreppuni í
Portugal
Spania
og
Grikkalandi
, har ungdómsarbeiðsloysið er svollið til í meðal 50 prosent. Hetta hevur við sær, at túsundtals nýútbúgvin ung úr hesum londum flyta til Týsklands og harvið bøta um trotið á verkfrøðingum og aðrari fakliga førari arbeiðsmegi.
Týskir bundeskanslarar síðan 1949
rætta
rætta wikitekst
Konrad Adenauer
1949
1963
Ludwig Erhard
1963
1966
Kurt Georg Kiesinger
1966
1969
Willy Brandt
1969
1974
Helmut Schmidt
1974
1982
Helmut Kohl
1982
1998
Gerhard Schröder
1998
2005
Angela Merkel
2005
2021
Olaf Scholz
2021
2025
Friedrich Merz
2025
-)
Fólkið
rætta
rætta wikitekst
Fólkatalið í týskum økjum síðan 1800.
Við einum fólkatali á 80.2 milliónum sambært fólkateljingum frá mai 2011, so er Týskland tað fólkaríkasta landi í ES, tað næstmest fólkaríka landið í
Evropa
, næst eftir
Russlandi
, og er nummar 16 á listanum yvir fólkaríkastu lond í heiminum. Fólkatættleikin er 225 fólk per ferkilometur. Væntaður lívsaldur í Týsklandi frá føðing er 80,9 ár (77,93 ár fyri menn og 82,58 ár fyri kvinnur). Føðitíttleikin er 1,41 børn fyri hvørja kvinnu (tal frá 2011), ella 8,33 føðingar per 1000 íbúgvar, og tað er ein av teimum lægstu í heiminum.
Síðan 1970-árini hevur talið av deyðum verði størri enn talið av føddum í Týsklandi. Týska Hagstovan hevur spátt, at fólkatalið fer at minka til millum 65 og 70 milliónir í 2060, alt eftir støddini á tilflytarum í mun til fráflyting. Tó hava slíkir spádómar ofta víst seg ikki at halda, og í løtuni er talið á føðingum og tilflytarum vaksandi í Týsklandi og hevur verið tað síðan 2010. Merkisvert er, at talið av vælútbúnum tilflytarum er í stórum vøkstri.
Í 2012 vóru fráboðanir um 300.000 fleiri tilflytarar enn fólk ið fluttu úr Týsklandi.
Útbúgving og skúlaskapur
rætta
rætta wikitekst
Universitetið í Heidelberg.
Týsk børn fara fyrst í forskúla og síðan í grundskúla. Tíggju ára gomul fara tey í tað, teir rópa Gymnasium,
Hauptschule
ella
Realschule
. Fyrst nevndi er bókligur skúli, har næmingarnir taka studentsprógv. Hinir báðir fyrireika næmingarnar til yrkisligar útbúgvingar. Annars er skúlaskipanin ólík í teimum ymsu landspørtunum.
Í Týsklandi kann hvør lutstatur velja sín egna útbúgvingarpolitikk, og hetta ger at skúlaskipanirnar broytast alt eftir hvørjum landsluti ein er í. Í høvuðsheitum er skúlagondin tó rættiliga eins í teimum ymisku landslutunum.
Týsk børn byrja at ganga í skúla, tá tey eru 6 ára gomul. Øll mugu ganga í skúla í minsta lagi í 9 ella 10 ár. Harafturat koma nøkur ár í miðnámsskúla. Samanlagda skúlatíðin er sum oftast í minsta lagi 12 ár.
Umframt teir klassisku universitetsbýirnir (
Tübingen
Heidelberg
Jena
Freiburg
Göttingen
og fleiri afturat) eru eftir
1945
ein røð av nýggjum universitets- og háskúlum settir á stovn kring um í Týsklandi.
Mentan
rætta
rætta wikitekst
Fríðrikur mikli bygdi sær eitt gamansslott, Sanssouci, tætt uttanfyri Potsdam. Kongur hevði sjálvur gjørt tekningina.
Høvuðsgrein:
Týsk mentan
List
rætta
rætta wikitekst
Undir gotiska tíðarskeiðnum blómaði myndahøggara- og málningalistin í Týsklandi og fleiri týskir meistarar fingu týdningarmiklar uppgávur kring um í Evropa. Undir renessansuni eru
Lucas Cranach
(eldri),
Hans Holbein
(yngri),
Albrecht Dürer
og
Matthias Grünewald
týðandi nøvn.
Av listafólkum frá romantikkini finnur man
Caspar David Friedrich
Philipp Otto Runge
og
Arnold Böcklin
Størsta navnið í Impressionismuni í Týsklandi er
Max Liebermann
Fyrst í 1900-talinum mentust tveir sera týðandi ekspressionistiskir bólkar í Týsklandi:
Die Brücke
og
Der Blaue Reiter
Ein av teimum størstu kvinnuligu listafólkunum hetta tíðarskeiðið var
Käthe Kollwitz
Millumkrígsárini í 20. øld vóru fleiri listafólk, sum framdu djarva eksperimenterandi list við listafólkum sum
Georg Grosz
og
dadaistin
Max Ernst
Seinna helming av 20. øld vóru mest týðandi listafólkini t.d.
Joseph Beuys
A. R. Penck
Wolf Vostell
Gerhard Richter
Sigmar Polke
Anselm Kiefer
Georg Baselitz
og
Rosemarie Trockel
Ein av mest týðandi myndafólkum í 20. øld var
August Sander
sum, eins og
Albert Renger-Patzsch
, brúkar listagreinina
die Neue Sachlichkeit
. Av myndafólkum sum komu fram seinni kunnu nevnast
Bernd og Hilla Becher
Andreas Gursky
Wolfgang Tillmans
og
Candida Höfer
documenta
er millum heimsins størstu og týdningarmiklastu framsýningum við samtíðarlist og verður hildin fimta hvørt ár í
Kassel
, seinast í 2012 sum
dOCUMENTA (13)
. Næststørsta samtíðarlistaframsýningin í Týsklandi er
Berlinbiennalen
, sum fer fram í Berlin annað hvørt ár um summarið líka tal (2014, 2016 osfr.).
Albrecht Dürer
Selbstbildnis im Pelzrock, 1500
(fo: Sjálvportrett)
Lucas Cranach d.ä.
Kreuzigung Christi, 1503
(fo: Kristi krossfesting)
Friedrich
Der Wanderer über
dem Nebelmeer, 1818
(fo: Vallarin
yvir myrka havinum)
Max Liebermann
Papageienallee
1902
Franz Marc
Blaues Pferd, 1918
(fo: Bláur hestur)
Joseph Beuys
under aktionen
Filz-TV
(fo: Filt-sjónvarp)
í Keypmannahavn
1966
Foto:
Lothar Wolleh
Rosemarie Trockel
Less Sauvage than Others
(Weniger wild als andere)
2007
Tónleikur
rætta
rætta wikitekst
Nógvir av teimum kendastu tónasmiðjunum gjøgnum søguna hjá tí klassiska tónleikinum eru úr Týsklandi. Í barock-tíðini virkaði
Johann Sebastian Bach
(1685–1750), sum tann møguliga kendasti barocktónasmiðurin av øllum. Sjálvt
Ludwig van Beethoven
(1770–1827), sum virkaði í tí klassisistiska tíðarskeiðnum, hoyrir til tann absolutt størsta innan klassiskan tónleik. Menning av orkesturtónleiki og ikki minst av
symfoniforminum
, er Týsklands størsta íkast til tónleikasøguna. Í seinromantikkinum byrjaði ein sterk rørsla móti menning av týskari operuni, sum náddi sítt hæddarpunkt við verkum eftir
Richard Wagner
og
Richard Strauss
. Aðrir týdningarmiklir tónasmiðir vóru eitt nú
Georg Friedrich Händel
Johannes Brahms
, tann ungarskføddi
Franz Liszt
Felix Mendelssohn
Robert Schumann
Max Reger
Paul Hindemith
Carl Orff
og
Kurt Weill
. Ein av teimum ið seinni setti síni spor var
Karlheinz Stockhausen
. Stockhausen var ein av undangongumonnunum innan nýmótanst elektroniskan og elektroakustiskan listtónleik og fyri hetta fekk hann
Polar-virðislønina
Johann S. Bach
Toccata et fugue
Ludwig v. Beethoven
Symfoni nr. 5
Richard Wagner
Die Walküre
Týskur tónleikur er ofta knýttur at
schlager
, har Týskland hevur verið eitt av leiðandi londunum. Schlagern tónleikurin hevði sína stórheitstíð til 1970-árini við artistum sum
Peter Maffay
og
Rex Gildo
men eisini útlendskir artister, til dømis
Udo Jürgens
Siw Malmkvist
Wenche Myhre
og
Gitte Hænning
. Týskland hevur vunnið
Eurovision Song Contest
tvær ferðir:
1982
við
Ein bisschen Frieden
við
Nicole
og 2010 við
Satellite
framført av
Lena Meyer-Landrut
Bókmentir
rætta
rætta wikitekst
Der moderne Buchdruck
(fo: Hin nýmótans bókprentaralistin), Walk of Ideas, 2006
Høvuðsgrein:
Týskar bókmentir
Nakrir av teimum best kendu týsku rithøvundunum eru
Friedrich Schiller
Johann Wolfgang von Goethe
Heinrich von Kleist
Joseph von Eichendorff
E.T.A. Hoffmann
Erich Maria Remarque
Rainer Maria Rilke
og dramatikarin
Bertolt Brecht
. Týskir rithøvundar, ið hava fingið
Nobelvirðislønina í bókmentum
eru
Gerhart Hauptmann
Thomas Mann
Hermann Hesse
Nelly Sachs
Heinrich Böll
Günter Grass
og
Herta Müller
Av kendum nýtíðar rithøvundum kunnu eisini nevnast eitt nú
Thomas Brussig
Dietmar Dath
Wladimir Kaminer
Daniel Kehlmann
Martin Mosebach
Ulrich Peltzer
Rafik Schami
Bernhard Schlink
Ingo Schulze
Uwe Tellkamp
Uwe Timm
og
Juli Zeh
Síðan einaferð í 1980-árunum eru tað komin fleiri og fleiri bókmentahús í Týsklandi (tý:
Literaturhaus
). Hesi verða í høvuðsheitum rikin av ikki-kommersiellum feløgum og reka eitt fjølbroytt virksemi kring bókmentir, sum t.d.
Lesungen
(rithøvundar lesa úr og práta um bøkur, meðan áhoyrarar eru til staðar), fyrilestrar, framsýningar, föredrag, utställningar, útbúgvingarskeið osfr.
Nøkur bókmentahús hava eisini bókhandil, bókasavn og kaffistovu. Sum fyrimynd fyri henda trendin nýta tey vanliga
Literaturhaus Berlin
, sum varð stovnað í
1986
Á tí týska bókamarknaðinum finnast í dag umleið 2.200 virkin
bókaforløg
10
Á hvørjum heysti verður
Bókamessan í Frankfurt
hildin, hon er heimsins størsta av sínum slag. Næst størst í Týsklandi er Bókamessan í Leipzig, sum verður hildin á hvørjum vári.
Walther
von der Vogelweide
(uml. 1170 – uml. 1230)
G.E. Lessing
(1729–1781)
J.W. von Goethe
(1749–1832)
Friedrich Schiller
(1759–1805)
Brøðurnir Grimm
(1785–1863)
(1786–1859)
Heinrich Heine
(1797–1856)
Thomas Mann
(1875–1955)
Bertolt Brecht
(1898–1956)
Filmur og sjónleikur
rætta
rætta wikitekst
Berlinale
Týskland var eitt av teimum londunum, har filmurin mentist tíðliga, og Berlin gjørdist miðdepil fyri tann týska filmin fyrst í 1900-talinum. Týskur filmur hevði sína fyrstu stórheitstíð í 1920- og 1930-árunum við filmum sum
Metropolis
og
Der blaue Engel
. Filmsleikstjørnir vóru eitt nú
Fritz Lang
F.W. Murnau
og
Josef von Sternberg
Ufa
var Týsklands stóri filmsídnaður áðrenn
Seinna heimskríggj
Undir triðja ríkinum flýddu mong av teimum stóru nøvnunum innan týska filmsídnaðin til
USA
; umframt fleiri filmsleikstjórar, so fóru sjálvt kendir sjónleikarar sum til dømis
Marlene Dietrich
. Nazistýrið og propagandaráðharrin
Joseph Goebbels
tók ræðið á filmsídnaðinum og gjørdi eina røð av ideologiskum propagandafilmum, til dømis
Triumph des Willens
(sv: Viljans triumf) eftir
Leni Riefenstahl
. Eftir Seinna heimskríggj skuldi tað vara líka til 1960-árini, áðrenn týskur filmur aftur fekk eina framgongd nýggjum týskum filmum við nýskapandi filmsleikstjórum sum
Alexander Kluge
Volker Schlöndorff
Werner Herzog
Rainer Werner Fassbinder
og
Hans-Jürgen Syberberg
Verkini hjá dramatikaranum
Bertolt Brecht
– eitt nú Die Dreigroschenoper (da:
Laser og pjalter
, sv:
Tolvskillingsoperan
) – eru blivin spæld kring allan heimin. Eftir kríggið starvaðist Brecht í Eysturberlin.
Ítróttur
rætta
rætta wikitekst
Kend týsk ítróttafólk
Magdalena Neuner
Nevaleikur –
Max Schmeling
Henry Maske
Súkkling –
Jan Ullrich
Fótbóltur –
Franz Beckenbauer
Oliver Kahn
Mesut Özil
Lukas Podolski
Timo Hildebrand
Michael Ballack
Miroslav Klose
Jens Lehmann
Gerd Müller
Jürgen Klinsmann
Per Mertesacker
Mario Gomez
Marco Reus
Mats Hummels
Frælsur ítróttur –
Heike Drechsler
Íshockey –
Olaf Kölzig
Marco Sturm
Jochen Hecht
Uwe Krupp
Kajak –
Birgit Fischer
Formel 1 –
Michael Schumacher
Sebastian Vettel
Tennis –
Steffi Graf
Boris Becker
Tommy Haas
Listskoyting –
Katarina Witt
Kurvabóltur –
Dirk Nowitzki
Hondbóltur –
Stefan Kretzschmar
Skidskjóting –
Sven Fischer
Kati Wilhelm
Magdalena Neuner
Matur og drekka
rætta
rætta wikitekst
Oktoberstevnan
München
er tann størsta av mongu øldrykkjustevnunum, ið verða hildnar um alt Týskland. Hon stendur í fjúrtan dagar, og fleiri milliónir fólk koma hagar. Øl er tjóðardrykkur Týsklands, men teir drekka eisini nógv vín. Væl umtóktur matur, umframt breyð, er til dømis saltklingrur, køkur, kaldir kjøtrættir og ostur. Týskarum dámar ógvuliga væl pylsur, og nógvir landspartar hava sínar uppskriftir.
Sí eisini
rætta
rætta wikitekst
Listi yvir stakríki í Týsklandi
Keldur
rætta
rætta wikitekst
The New Guest Workers: A German Dream for Crisis Refugees
(Spiegel)
More skilled immigrants find work in Germany
(DW)
German population rises thanks to immigration
(DW)
berlinbiennale.de
Goethe.de
Goethe.de
Slóðir úteftir
rætta
rætta wikitekst
deutschland.de
Sendistova Týsklands í Keypmannahavn
Archived
2004-10-10 at the
Wayback Machine
Týskt-Føroyskt Vinafelag
Lond í Evropa
Lond
Albania
Andorra
Armenia
Aserbadsjan
Belgia
Bosnia-Hersegovina
Bulgaria
Danmark
Estland
Eysturríki
Finnland
Frakland
Georgia
Grikkaland
Hvítarussland
Írland
Ísland
Italia
Kasakstan
Kekkia
Kosovo
Kroatia
Kýpros
Lettland
Liktinstein
Litava
Luksemburg
Malta
Moldova
Monako
Montenegro
Niðurlond
Norðurmakedónia
Noreg
Pólland
Portugal
Rumenia
Russland
San Marino
Serbia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Sveis
Svøríki
Turkaland
Týskland
Ukraina
Ungarn
Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki
Akrotiri
og
Dhekelia
Áland
Føroyar
Gibraltar
Guernsey
Jersey
Man
Norðurírland
Skotland
Wales
1.
Land
lutvíst
Asia
2.
Landafrøðiligani í
Asia
, men ofta roknað sum partur av
Evropa
av mentanarligum og søguligum ávum.
Lond í Evropeiska Samveldinum
Belgia
Bulgaria
Danmark
Estland
Eysturríki
Finnland
Frakland
Grikkaland
Írland
Italia
Kekkia
Kroatia
Kýpros
Lettland
Litava
Luksemburg
Malta
Niðurlond
Pólland
Portugal
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Svøríki
Týskland
Ungarn
Lond í NATO
Albania
Belgia
Bulgaria
Estland
Danmark
Finnland
Frakland
Grikkaland
Italia
Ísland
Kanada
Kekkia
Kroatia
Lettland
Litava
Luksemburg
Norðurmakedónia
Montenegro
Niðurlond
Noreg
Portugal
Pólland
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Turkaland
Týskland
Ungarn
USA
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Týskland
Wikimedia Commons
Heintað frá "
Bólkar
NATO
Mánaðargrein
Týskland
Evropa
ES
Fjaldur bólkur:
Webarchive template wayback links
Týskland
Nýtt evni
US