USA - Wikipedia
Jump to content
Henda greinin er
úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
United States of America
Sameindu Statirnir Í Amerika
Sambandsríki Amerika
Flagg
Sambandsríki Amerika)
Skjaldarmerki
Sambandsríki Amerika)
Tjóðarslagorð: "
In God We Trust
Tjóðsangur
: "
The Star-Spangled Banner
Alment mál
Enskt
de facto
Høvuðsstaður
Washington DC
Forseti
Donald Trump
Varaforseti
J.D. Vance
Fullveldi
4. juli
1776
Vídd
- tilsamans
- vøtn (%)
9 826 675 km
6,76
Íbúgvar
- tilsamans
2019
tættleiki
328 239 523
35/km
Gjaldoyra
Amerikanskur dollari
(USD)
Tíðarøki
UTC
-4 til -10
Økisnavn á alnetinum
.gov
.mil
.edu
, og
.us
Telefonkota
+1
Sameindu Statirnir í Amerika
(stytt
SSA;
alment enskt heiti:
United States of America
, stytt
USA
, eisini
America
framborið
/əˈmɛɹɪkə/
) ella
Sameindu Statirnir
(á enskum United States, stytt
U.S.
) er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn
Kanada
og
Russland
) og fólkatali (færri enn í
India
og í
Kina
). Landið er býtt í 50 lutstatir, eindardistriktið
Washington DC
(sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin
Puerto Riko
Karibiska havinum
størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t. d.
Amerikonsku Jómfrúoyggjar
Amerikanska Sámoa
Guam
Norðurmarianoyggjar
og nógvar oyggjar við ongum fólki (t. d.
Midwayoyggjar
Palmyraoyggj
Johnstonoyggj
Bakeroyggj
Wakeoyggj
Howlandoyggj
, v. fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á
Kuba
Guantánamoflógvi
. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.
USA er heimsins máttmiklasta
og ríkasta land (
BTÚ
. Stórt tilfeingi av kilo,
olju
og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í
19.
og
20. øld
, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og
Kanada
er heimsins longsta óvarda landamark
New York City
New York
er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað
Los Angeles
Kalifornia
og
Chicago
Illinois
. Landslagið er fjølbroytt, her eru
oyðimerkur
, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.
Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá
Bretlandi
, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í
Meksiko
) á
Norðuramerikanska
meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru
borgarakríggið
(1861-1865) og
Depressiónin Mikla
(1929-1939). Eftir
Annað heimskríggj
var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var
Sovjetsamveldið
. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað
Kalda kríggið
. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.
Søga
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsgrein:
Amerikonsk søga
Indiánarnir
rætta
rætta wikitekst
Indiánar
, ið búðu á háslættanum. Tá ið tey hvítu komu til USA, hittu tey indiánar.
Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk;
indiánar
, sum livdu av tí, náttúran gav.
Puebloindiánar
búgva í
Arizona
. Pueblo merkir bygd.
Upprunafólkið
í USA vóru indiánar. Í
17. øld
komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv.
Bretar
skotar
og
írar
komu á eysturstrondina,
fraklendingar
at teimum stóru vøtnunum, og
spaniólar
í útsynningslendið. Í
18. øld
misti Frakland síni
hjálond
. Hesi londini komu nú undir bretskt vald. Um sama mundið komu fyrstu
trælirnir
til
Amerika
. Nakað upp í 18. øld, tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.
Hildið verður, at
Beringssundið
var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum
Ásia
og Amerika. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað
indiánar
, tí
Kolumbus
helt, at hann var komin til
India
Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjá
inuittum
. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið
Kolumbus
kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.
Í USA vóru einir 300 ættarbólkar, og teir talaðu 200 ymisk
mál
. Lendið vestan fyri
Mississippi
vestur ímóti
Klettafjøllum
var grasfløta. Vanliga verður hon kallað prerian, og har búði lítið fólk. Nakrir ættarbólkar búðu í útjaðaranum, teir livdu av jørðini og veiði.
Tey flestu hildu lítið um indiánar. Júst sum um
afrikanar
. "Einasti góði indiánin er ein deyður indiáni". Soleiðis tók ein generalur til, hann hevði verið í fleiri bardøgum ímóti indiánum
Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum:
Mohikanar
huronar
irokesar
og
shavahoar
. Í skógunum vóru nógv
rádjór
bjarnir
hjørtir
elgar
og
bævrar
. Eisini var ovmikið av
fugli
og
fiski
. Í hesum
filmunum
og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.
Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men indiánarnir stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.
Fyrst í
18. øld
komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna.
Bisonin
varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum
ross
og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.
Indiánasamfeløgini í USA vóru smærri enn tey í
Meksiko
og
Peru
. Men fleiri ferðir varð roynt at ganga saman í størri eindir. Kendast man vera
irokesasamgongan
, sum var sterkast um 1700. Fyri betur at kunna standa ímóti ágangi uttanífrá, vóru 5 ættarbólkar gingnir saman í eina samgongu. Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir.
Irokesar
høvdu stóra virðing fyri konufólki. Rætturin at arva var frá mammuni. Hon hevði eisini eitt orð at siga, tá ið høvdingar vórðu valdir ella vórðu settir frá. Vildi kona skiljast, gav hon manninum boð um at fara. Kortini varð maðurin verandi í grannalagnum. Konurnar vóru eisini uppi í friðarsamráðingum, og tá ið tey skuldu gera av, um farast skuldi í kríggj. Irokesar livdu mest av jørðini, men vóru eisini dúgligir veiðimenn.
Arizona
Utah
Kalifornia
og
Nevada
vóru eisini fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina.
Puebloindiánarnir
høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at
apasjarnar
skuldu leypa á. Teir vóru grannar.
Niðursetufólkið
rætta
rætta wikitekst
Í 1620 komu
pílagrímarnir
Átrúnaðarlig
viðurskifti høvdu noytt teir at rýma út
Onglandi
Evropeiskir keypmenn ríkaðu seg av
trælahandlinum
Hjálond breta í USA í 1776; tey fyrstu 13 ríkini í USA vóru hesi:
Delaware
Pennsylvania
New Jersey
Georgia
Connecticut
Massachusetts
Maryland
South Carolina
New Hampshire
Virginia
New York
North Carolina
og
Rhode Island
Flestu niðursetufólkini í USA í
17.
og
18. øld
komu úr
Onglandi
. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum
puritansku
samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.
Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av 18. øld, tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg.
Fraklendingar
, sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.
Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í
17. øld
, og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr
Afrika
vóru
trælir
Suðuramerika
og á oyggjunum í
Karibiahavi
. Í
17. øld
vórðu
trælir
tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í 18. øld vóru 170 000
trælir
Virginia
. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.
Trælirnir, sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til
Amerika
. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum
djór
. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.
Tá ið trælirnir komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til
matna
Trælir, sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. Í
Maryland
kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.
Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í
hjálondunum
. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.
Tænastufólk, sum við sáttmála høvdu bundið seg at vera ávísa tíð, vóru verst fyri. Hesi fólkini vóru fátæk fólk úr
Bretlandi
. Tey máttu binda seg í 5-7 ár, og so var ferðin goldin. Á ferðini vórðu tey innilæst, so at eingin møguleiki var at rýma, angraðu tey. Tey vórðu stúvað saman umborð á skipinum, og hetta minti nógv
trælaferðirnar
. Í 1741 fór sluppin ”Seaflower” úr
Belfast
Norðurírlandi
við 106 fólkum, sum høvdu bundið seg við sáttmála. Ferðin vardi 16 vikur, og tá ið tey komu til
Boston
Massachusetts
, vóru 46 deyð í hungri.
Tey fyrstu árini vóru fleiri mannfólk enn konufólk. Ofta vóru lýsingar at síggja, har søkt varð eftir konufólkum. Ferðin varð goldin, vildu tær gifta seg við niðursetumanninum. Tað bar eisini til at keypa sær arbeiðskonu, og í bløðunum stóð at lesa, hvat hon dugdi. Til dømis: ”Røsk genta, ið dugir væl at seyma. Drekkur ikki og er eitt satt konubrot”.
Nógv konufólk arbeiddu ikki í teimum stóru lundunum sunnanfyri. Men hjá niðursetufólkunum norðanfyri var neyðugt, at konur og børn tóku hond í. Tey vórðu ofta sett at veva og spinna.
Av tí at arbeiðsmegi treyt, fingu konufólk betri løn í
hjálondunum
. Meðan
Amerika
enn var saman við
Onglandi
, vóru somu javnstøðulógir galdandi í báðum londunum. Í
Nýonglandi
, har nógvir
puritanar
búðu, skuldi konan laga seg eftir manninum. Maðurin kravdi, at konan skuldi vera lýðin, arbeiðssom og sparin. Gekk hon ikki undir hesar treytir, var vanlig, at tey skildust.
Eisini var lættari hjá konufólkunum at fáa
útbúgving
í hjálondunum. Tey vóru í minniluta, og hetta gjørdi kanska, at virðingin fyri teimum var størri.
Hjálondini og Bretland
rætta
rætta wikitekst
Vit fáa helst aldri at vita, hvussu mong menniskju vórðu seld sum
trælir
, men hildið verður, at fleiri enn sjey milliónir
afrikanarar
vórðu sendir til Amerika frá 1701 til 1810.
Bretski generalurin
Charles Cornwallis
fór í felluna í
Yorktown
Virginia
Franski
flotin lá og vardi fram við strondini, og
George Washington
kringsetti
bretsku
herdeildirnar frá landi.
Tey trettan hjálondini samtyktu uppskotið hjá
Thomas Jefferson
4. juli 1776 í
Philadelphia
Pennsylvania
George Washington
heldur fyrstu røðuna sum forseti.
George Washington siglir um Delaware-ánna jólanátt 1776.
Les eisini greinina
Amerikanska Kollveltingin
18. øld
høvdu
hjálondini
í USA minni samband við
Bretland
enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir
írar
skotar
týskarar
og
fraklendingar
. Hóast
hjálondini
enn vóru undir
bretskum
harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.
Bretar
vóru ikki sinnaðir at lata
hjálondini
gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst
bummull
. Bretska tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum
Vesturindia
sendi hjálondunum, skuldu verða tollaðar.
Tollurin fór til
Bretlands
. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í hjálondini, hóast tey høvdu ikki umboð í bretska tinginum.
Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum bretar fluttu inn og aftur seldu
hjálondunum
. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at bretska tingið tók sær rættin at skatta hjálondini.
Í 1773 fóru nakrir
bostonbúgvar
, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.
Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og
4. juli
1776
samtykti tjóðartingið fyribils
Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina
. Trettan hjálond høvdu tikið loysing frá
Bretlandi
Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við
Bretland
. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og
Frakland
, gamli fíggindi Bretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000
týskarar
vóru í ein góðseigari úr
Virginia
, stóð á odda fyri
hjálandaherinum
Skamt eftir, at
Amerikanski Frælsisbardagin
ímóti
bretum
var brostin á, útnevndi tingið í
hjálondunum
herovastin
George Washington
úr
Virginia
sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úr
Boston
, og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtók
Kongressin
Frælsisyvirlýsingina
, sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men
Washington
og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.
Ein gávuríkur, dugandi ungur tingmaður úr
Virginia
Thomas Jefferson
(13. apríl 1743 – 4. juli 1826), skrivaði
Frælsisyvirlýsingina
. Sum fyrimynd hevði hann hugsanina hjá
enska
heimspekinginum
John Locke
(29. august 1632 – 28. oktober 1704), sum segði politiska valdið gera sáttmála við fólkið um tilverurætt teirra, frælsi og – skoytti
Jefferson
uppí – eydnu. Hann skrásetti misbrotini
Bretlandskongur
hevði gjørt, og segði hann hava brotið sáttmálan við tegnar sínar í
hjálondunum
. Øll niðursetufólkini vildu ikki hava frælsi. Mong av teimum kongstrúgvu fluttu til
Kanada
. Hugsanin um, at øll skuldu vera fræls, fekk summi fólk at stríðast fyri, at trælirnir eisini skuldu gerast frælsir. Á eysturstrondini í USA varð
trælahaldið
tikið av við lóg í 1804.
Undir
Frælsisbardaganum
fingust konufólk í
hjálondunum
við arbeiði, sum fólk flest bara hildu vera mannfólkaarbeiði burturhav til dømis
Molly Pitcher
ið stríddist á vígvøllinum.
Lond í
Evropa
nýttu amerikonsku grundlógina sum fyrimynd. Hesir tankar um frælsi og sjálvbjargni birtu nýggja vón hjá teimum, sum vildu hava einaveldiskongarnar settar frá. Men
Amerikanska Kollveltingin
broytti ikki stórvegis viðurskiftini hjá teim svørtu. Tey vóru enn
trælir
, og indiánar máttu framvegis lata lendi. Heldur ikki konufólkið hevði somu rættindi sum mannfólkið.
Á vári 1781, eftir bardagan ímillum
bretsk
og amerikansk herlið við Guilford Court House í
North Carolina
, gav
Corwallis herovasti
hjá
bretsku
herliðunum boð um at taka seg aftur til
Yorktown
Virginia
. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til
Yorktown
, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Í oktober gav
Cornwallis
seg upp í hendurnar á
Washington
herovasta, og kríggið var av. Í friðarsamráðingunum í
París
í 1783 vórðu hjálondini, ella USA, viðurkend sum frælst ríki. Mangir trupulleikar bíðaðu nýggja ríkinum. Samveldisstjórnin var veik. Í mai 1787 buðu tingini øllum sambandssríkjunum til fundar at evna til eina stýrisskipanarlóg. Á fundinum varð gjørd tann sterka stýrisskipanin, sum enn er galdandi í USA.
Borgarakríggj
rætta
rætta wikitekst
Les eisini greinina
Amerikanska Borgarakríggið
11 ríki (grøn) søgdu seg úr samveldinum. 5 trælaríki (gul) fyri norðan vóru verandi í samveldinum, hóast partur av fólkinum stuðlaði
Sameindu Amerikonsku Suðurríkjunum
(CSA).
Høvuðsvinnan í norðurríkjunum í USA var ídnaður, og
trælahaldið
var avtikið. Í suðurríkjunum var
landbúnaður
høvuðsvinna og trælirnir gjørdu enn mesta arbeiðið á gørðunum. Í 1860 varð
Abraham Lincoln
(12. februar 1809 – 15. apríl 1865) valdur forseti. Hann sýttu fyri, at trælahald skuldi breiða seg í økjunum vestanfyri. Sjey suðurríki, sum stúrdu fyri, at
Lincoln
fór at geva øllum trælum í USA frælsi, tóku seg úr sambansríkinum og stovnaðu
Sameindu Amerikonsku Suðurríkini
(CSA). Í apríl 1861 var fyrsti samanbresturin við Fort Sumter í
South Carolina
. Fýra ríki afturat fóru í part við uppreistrarmonnunum, og kríggj brast á ímillum norður og suður. Í fyrstuni vunnu suðurríkin – til dømis við
Stonewall Jackson
(21. januar 1824 – 10. mai 1863) – á odda, men norðurríkini høvdu fleiri hermenn og vóru betur útgjørdir. Teir avbyrgdu havnirnar í suðurríkinum, og sum frá leið, máttu suðurríkini dvína og í 1865 legði herovasti teirra,
Robert E. Lee
(19. januar 1807 – 12. oktober 1870), vápnini. Fleiri enn 600 000 fólk lótu lív. Í 1865 tóku tingini undir við yvirlýsingini um, at allir trælir vóru frælsir.
Grundarlagið undir
búskapinum
í suðurríkjunum var bummull, og teir, sum áttu bummullarlundirnar, høvdu harðliga brúk fyri
trælunum
. Tey hvítu fyri sunnan tvíhildu um hesa samfelgsskipan, men sluppu ikki at varðveita hana, og tá ið borgarastríðið var av, varð trælahald bannað við lóg - Í januar 1863 varð trælahald bannað við "the
Emancipation Proclamation". Frælsisloysingin gav teimum rætt til egið arbeiði og rættin til at eiga jørð, men tað vóru stórir trupulleikar knýttir at hesum frælsi, tey vóru ólærd og tey flestu vóru analfabetar. Frælsir trælir fingu jørð at velta í, men áttu hvørki amboð ella sáð, og kor teirra vóru lítið frægari enn frammanundan.
Borgarakríggið
í USA var í mongum lutum líkt kríggjunum í
20. øld
: jarnbreytir og stálskip høvdu alstóran týdning, tá ið hermenn og útgerð skuldi verða flutt; báðir partar gjørdu stórar fangalegur, har mangir hermenn doyðu, helst av blóðsótt; heryvirmenninir sendu týðandi boð um fjarritaran; bløðini greiddu nágreiniliga frá krígnum, og myndir vórðu tiknar av ræðuleikunum á vígvøllinum.
Framgongd
rætta
rætta wikitekst
17. desember 1903 varð tann fyrsta flogferðin gjørd, og hon vardi í 13 sekund. Brøðurnir Wright í Norðurcarolina hevjaðu seg 1 meter upp frá jørðini í flogfarinum.
Amerikumenninir
Orville
- og
Wilbur Wright
smíðaðu fyrsta
flogfarið
, sum fleyg við motori, og sum var undir ræði flogskiparans.
Seinna helming í
19. øld
búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr
Evropa
seg vestan fyri
Mississippi
. Vónríkir gullgravarar fóru til
Kalifornia
, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum og hildu stór neytafylgi. Tað var lógin
Homestead Act
frá 1862, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir til
Kyrrahav
, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til markaðirnar.
Stór framgongd var í ídnaðinum í USA ímillum 1900-1919. Hóast landið helt við
Bretlandi
og
Fraklandi
, fóru amerikanar ikki uppí
Fyrra heimsbardaga
, fyrr enn
týska
kavbátakríggið fekk so ilt í myndugleikarnar, at teir kendu seg noyddar upp í bardagan. Í
Suðuramerika
og
Miðamerika
gjørdust fleiri stjórnir ónøgdar við, at USA hevði so stóra ávirkan í land teirra. Í
Argentina
miseydnaðust fleiri nýskipanarætlanir av rotinskapi og dugnaloysi.
Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í USA saman. Í 1900 var alt jarnbreytakervið í USA 405.000 km langt.
Um aldamótið var USA heimsins framkomnasta ídnaðarland, men tað prutlaði mangan undir lokinum á arbeiðsmarknaðinum, tí at lønirnar vóru lágar og arbeiðsumstøðurnar vánaligar.
Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Men nú vórðu
protestantiskir
innflytarar við lutfalsliga høgari útbúgving úr
Norðurevropa
fyri harðari kapping frá ólærdum
katolikkum
og øðrum innflytarum úr
Suðurevropa
, sum komu hagar at leita eftir amerikanska dreyminum – at sleppa burtur úr fátækradøminum og vinna sær ríkidømi og eydnu.
Í 1903 taka
brøðurnir Wright
seg á flog í
North Carolina
og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum
flogfari
. Fólk varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn
fyrri heimsbardagi
brestur á í
Evropa
á sumri 1914. Hetta er fysta kríggj, har alt fólkið í landinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni. Flogfør, stríðsvognar, kavbátar og eiturvápn verða nýtt ímóti hermonnum og vanligum fólki í heimsumfatandi bardaga.
Ford setur heimin á hjól
rætta
rætta wikitekst
Henry Ford
í sínum fyrsta bili, 1896.
Ford Modell T í 1908.
Amerikanski ídnaðarmaðurin
Henry Ford
(30. juli 1863 – 7. apríl 1947) fór at hópframleiða bilar, so at teir skuldu gerast bíligari. Bilarnir vórðu settir saman av lutum, sum komu til arbeiðaran á flutningsbandi. Lutirnir vóru so meinlíkir í útsjónd og sniði. Og so einfalt og eintáttað var hetta arbeiðið, at ófaklærdir arbeiðarar kundu gera tað. Hetta stytti nógv um framleiðslutíðina fyri hvønn bil, úr fleiri døgum niður í 12 tímar ella færri. Seinni hevur mannagongd hansara verið fyridømi í framleiðsluídnaðinum um allan heim.
Ford
stovnaði bilverksmiðju sína í
Detroit
Michigan
í 1903. Fimm ár seinni kom hann á marknaðin við einum lítlum bíli,
Modell T
. Hann var sterkur, álítandi og bíligur. Bilurin var fyriboðan um eina mikla samferðslukollvelting. Í 1920 var annar hvør bilur í øllum heiminum Ford Modell T. Sum arbeiðsgevari var hann eisini slóðbrótari. Í 1914 setti hann í gildi minstuløn – 5
dollarar
– fyri at arbeiða 8 tímar, og hann hevði ætlanir um, at arbeiðarnir skuldu fáa burtur av vinningsýtinum.
Henry Ford
setti sær fyri at gera ”ein bil, sum skuldi verða hvørsmans ogn”. Í 1908 høvdu færri enn 200 000 amerikanarar bil, í 1930 vórðu seldir fleiri enn 15 milliónir bilar av slagnum
Modell T
. Fólk flest kundu koma skjótari fram enn tey allar ríkastu 50 ár frammanudan.
Heimskreppan
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsgrein:
Heimskreppan 1929
Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum í
Wall Street
New York
, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum
Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, og allur
Tennesseedalur
gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur
Eftir
fyrra heimsbardaga
var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í
New York
rapaði í 1929, og tað elvdi til eina
búskaparkreppu
, sum breiddi seg um allan heimin. Lond í
Latínamerika
, til dømis
Meksiko
og
Peru
, royndu at fremja umfatandi búskaparligar og samfelagsligar nýskipanir. Í
Brasil
gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á
kaffi
og gummi. Politisk kollvelting stóðst av hesum, og Getulio Vargas gjørdist einaræðisharri.
Í 1920 varð bann sett fyri at gera og selja
rúsdrekka
í USA. Avleiðingarnar av tí vóru svartsøla og kríggj ímillum ránsmannliðini, sum skipaðu fyri søluni. Løgreglan læt eyguni aftur. Ránsmannaovastin
Al Capone
(17. januar 1899 – 25. januar 1947) hevði í mong ár eftirlit við rúsdrekkasøluni í
Chicago
Illinois
, og myndugleikarnir gjørdu einki við tað. Í
kreppuni
broyttist almenna hugsanin um ránsmenninar, og Al Capone varð settur í
fongsul
Stóra heimskreppan hevði við sær, at milliónir fólk mistu hús og arbeiði. Í mongum stórbýum vóru stórir súpanarkøkar, ið góvu teimum, ið svøltaðu, mat ókeypis.
Búskaparkreppan
ávirkaði allar samfelagsbólkar í USA, men serliga illa fyri vórðu bøndurnir. Landbúnaðurin hevði veriði illa fyri í
1920-árunum
, og nú elvdi herviligur turkur til upp aftur størri trupulleikar. Mangir bøndur máttu rýma av garði. Støðan batnaði eitt sindur, tá ið nývaldi forsetin
Franklin D. Roosevelt
(30. januar 1882 – 12. apríl 1945) tók við í 1933. Hann setti í gildi ”
New Deal
” -máliskan er úr kortspæli- har miðað varð eftir at hava gomlu búskaparskipanina og samstundis seta í verk djúptøknar nýskipanir, sum skuldu varða í fleiri ár.
New Deal
skuldi skapa framgongd í ídnaðinum og stórar almennar byggiverkætlanir skuldu geva fleiri milliónum arbeiðsleysum arbeiði. Lagalig lán til bøndur skuldu eggja teimum til at fáa landbúnaðin á føtur aftur. Eisini uppskot vórðu gjør dum eftirløn og arbeiðsloysisstuðul og at rudda og endurreisa fátækrabýlingarnar í býnum. Arbeiðarar fingu størri ávirkan á arbeiðsviðurskiftini. Lykilin at loysa kreppuna var at økja eftirspurningin.
Í miðvestri var so nógvur turkur, at akrarnir gjørdust
oyðimerkur
, og túsundtals bøndur mistu garðar sínar og fóru til
Kalifornia
at sóknast eftir arbeiði.
John Steinbeck
(27. februar 1902 — 20. desember 1968) lýsir hørðu kor teirra í stóru skaldsøguni
The Grapes Of Wrath
, ið varð gjørd til
film
Alt fyri eitt,
Roosevelt
tók við, setti hann í verk ætlanir, sum skuldu minka um arbeiðsloysið. Í 1933 varð nýggj landbúnaðarlóg viðtikin. Bøndurnir fingu fíggjarligan stuðul at minka framleiðsluna. Lógir um samfelagsliga trygd og betri arbeiðsumstøður vórðu eisini viðtiknar. Hann setti eisini á stovn náttúrulið og friðingarlið, mannað við ungum monnum, ið gróðursettu trø og annað tílíkt arbeiði. Best eydnaða verkætlanin var
Tennessee Valley Authority
. Túsundtals fólk sluppu til arbeiðis, tá ið sett varð á í 1933, og allur
Tennesseedalur
gjørdist stór inntøkukeldu, bæði hvat landbúnaði og ravmagnsveiting viðvíkur.
Endamálið við
Tennessee Valley-ætlanini
var at gera byrgingar til tess at temja ánna og sleppa undan vatnflóð, bøta um landbúnaðin, gera siglingarveitir og gera ravmagn. Fleiri enn 20 byrgingar vórðu gjørdar, og í
1960-árunum
veitti skipanin 6 prosent av allari ravmagnsnýtsluni í USA.
Talufilmarnir
komu um somu tíð, sum heimskreppan tók seg upp. Hjá mongum gjørdust kykmyndirnar vøkkultur uggi at flýggja undan harða og gleðileysa gerandislívinum. Filmstríðarritini høvdu góðar dagar. Íspunnu, prangandi frásagnir teirra um marglætislív filmsleikaranna fingu lesararnar at halda, at teir eisini skuldu uppliva ”amerikanska dreymin”.
Seinni heimsbardagi og kalda kríggið
rætta
rætta wikitekst
Les eisini
Seinni heimsbardagi
og
Kalda kríggið
Týskland
varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA,
Bretland
Frakland
og
Sovjetsamveldið
stýrdu hvør sínum øki
Japan
hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í
Hawaii
, sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í
Kyrrahavinum
. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar japonsku oyggjarnar
Iwojima
og
Okinawa
. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir japanska býin
Hiroshima
, og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvir
Nagasaki
. 15. august 1945 løgdu japanarar vápnini.
Annar heimsbardagi
var av.
Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA og
Sovjetsamveldið
– stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevnd
Kalda kríggið
, tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis í
Korea
Vjetnam
Miðeystri
og
Afrika
Meðan londini í
Latínamerika
kannaðu sær útvegir at menna búskap sín, gjørdust USA ríkasta land í heiminum. Men ríkidømið varð ójavnt býtt: Svartir amerikanarar vórðu javnan fyri bæði fíggjarligum og samfelagsligum vanbýti. USA kappaðist við
Sovjetsamveldið
um at vinna sær vald og ávirkan í hvørjum króki í heiminum og nýtti mangar milliardir dollarar til vápn og búskaparhjálp til sameindu lond síni.
Javnrættindi
rætta
rætta wikitekst
Martin Luther King
var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít og
svørt
Borgararættindastríðið í
1950-árunum
og
60-árunum
er ein av størstu hendingunum í amerikanskari søgu í
20. øld
. Rættindi og lívskor teirra
svørtu
samsvaraðu ikki lyftunum í Frælsisyvirlýsingini og Grundlógini. Tey svørtu vóru – 100 ár eftir at
trælahaldið
varð avtikið – enn bundin av tí trældómi, ið teirra forfedrar í so mong ár, sum trælir hjá hvíta manninum, høvdu livað við. Í suðurstatunum var segregatión og tey svørtu í norðurstatunum vóru partvís integrerað í verðina hjá hvíta manninum.
1950-árunum
herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. Til dømis noktaðu fólk í
Alabama
í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin
Martin Luther King
(25. januar 1929 – 4. apríl 1968). Í 1963 gingu
King
og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhúsið í
Birmingham
Alabama
, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100 000 borgararættindafólk mótmælisgongu til
Washington DC
. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur var gjørdur á
svørtum
og hvítum.
Fleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part í USA í
1950-
og
1960-árunum
. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdist fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum
Malcom X
(19. mai 1925 – 21. februar 1965), ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart í móti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (
1965
1968
), men lítið batti. Í USA hava vit nú havt 2
littar
uttanríkisráðharrar undir
George W. Bush
), hin fyrri
Colin Powell
og síðan
Condoleezza Rice
. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. januar í 2009, tá
Barack Obama
, sum er littur, gjørdist tann 44. amerikanski
forsetin
Borgararættindastríðið hjá teimum svørtu í
1960-árunum
eggjaði eisini øðrum til at stríðast ímóti órættvísi. Eftir at
National Organization For Women
varð stovnað í 1966, gingu konufólk saman í stríðnum fyri somu løn og somu arbeiðsmøguleikum, betri heilsuverki og rætti til fría
fosturtøku
. Nýggjar lógir bannaðu kynságangi á arbeiðsmarknaðinum, men javnarættindalógin varð ikki viðtikin í so mongum ríkjum, at hon varð tikin við í stjórnarskipanarlógina í USA.
Seinast í
1960-árunum
fóru
samkynd
konufólk og mannfólk at stríðast fyri javnrættindum. Einkjan eftir
Martin Luther King
Coretta King
, arbeiðir enn fyri borgararættindum í USA. Hon sigur at
Martin Luther King
í síni dreymasjón eisini hevði
samkynd
við borðið. Hon samanber
homofobi
við
antisemitismu
og
rasismu
Kubakreppan
rætta
rætta wikitekst
21. juli 1969 fór
Neil Armstrong
(f. 5. august 1930) út úr mánalendingarfari sínum og steig fótin á
mánan
, meðan fleiri mió. sjónvarpssíggjarar hugdu at. "Eitt lítið stig fyri ein mann, men mannaættini eitt stórt stig", segði hann.
Í 1945 tveitti USA kjarnorkubumbur niður yvir
Hiroshima
og
Nagasaki
Japan
, báðir býir vórðu fullkomiliga lagdir í oyði. Hetta prógvaði, hvørja megi hesi nýggju vápn høvdu.
Annar heimsbardagi
endaði tí alt fyri eitt av hesi orsøk, men brátt var friðurin aftur í vanda av spentu støðuni ímillum USA og
Sovjetsamveldið
. Við ringum tannabiti sóu amerikanarar, hvussu
Sovjetsamveldið
tók sær harradømið í
Eysturevropa
, og í 1947 gjørdi USA av at stuðla øllum londum, sum settu seg upp ímóti
sovjetiskum
trýsti. Bæði stórveldini gjørdu nógv kjarnorkuvápn, ið vóru so sterk, at einki annað land vágaði sær at leypa á tey. Henda ”ræðslujavnvágin” var vernd fyri friði. Í 1959 tók
Fidel Castro
(f. 13. august 1926) ræðið í
Kuba
. Hann knýtti samband við Sovjetsamveldið og bað um sovjetiska verju, tá ið flýddir kubanar, hervandir í USA, royndu at gera innrás í 1961. Í 1962 varnaðist amerikanska fregnartænastan sovjetskar kjarnorkurakettir í Kuba.
Kennedy
gav flotanum boð um at avbyrgja Kuba. Allur heimurin bivaði av ræðslu fyri kjarnorkukríggi, men Sovjetsamveldið slakaði og tók vápnini niðuraftur. Ríkisovastar um allan heim sóu, hvørjum vanda heimurin hevði verið í, og í 1963 skrivaðu teir undir at minka um kjarnorku-royndarspreingingarnar.
Rúmdarmenn á mánanum
rætta
rætta wikitekst
Í øldir høvdu fólk droymt um at fara út í rúmdina. Síðan í
17. øld
høvdu vísindamenn eygleitt og granskað rúmdina við landkikara, men ikki fyrr enn eftir
annan heimsbardaga
, tá ið ferð kom á rakettmenningina, bar til at granska rúmdina beinleiðis. Í 1957 sendi
Sovjetsamveldið
fyrsta gjørda fylgissveinin,
Sputnik 1
, í ringrás um
jørðina
. Amerikanarar vórðu ógvuliga illa við, og tað var ein dyggur smeitur fyri stoltleika teirra. Teir kvíddu fyri, at stóra rakettin, sum bar fylgissveinin, eisini kundi bera eina kjarnorkubumbu vestur um
Atlantshav
. ”Kappingin um rúmdina” ímillum stórveldini tók dik á seg. Sovjetiski rúmdarmaðurin
Jurij Gagarin
(9. mars 1934 – 27. mars 1968) var fyrsti maður, sum í rúmdarfari fór ringrás um
jørðina
(1961), men í 1969 var amerikanski rúmdarmaðurin
Neil Armstrong
(f. 5. august 1930) fyrsti maður á
mánanum
. Seinni hava amerikanskir vísindamenn lagt dent á at skjóta
fylgissveinar
út í rúmdina, sum til dømis verða nýttir at granska verðurlagið, at eygleiða hernaðarvirksemi og til samskiftiskervið, til dømis
sjónvarp
Vælferðarsamfelagið
rætta
rætta wikitekst
Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin.
Búskapurin
í USA ferfaldaðist frá 1945-1970, og keypiorkan hjá einum amerikonskum miðalhúski meira enn tvífaldaðist. Amerikanarar fingu ráð til at keypa meira av øllum. Á hvørjum ári vórðu fleiri enn ein mió. hús bygd, mest í forstøðunum í stórbýunum. Bilsølan varð tvífaldað, og tingið játtaði, at túsundtals kilometrar av høvuðsvegi vórðu lagdir. Amerikanarar keyptu nýtsluvørur fyri milliardir dollarar, til dømis vaskimaskinur, sjónvarpstól, uppvaskimaskinur og myndatól. Men øll áttu ikki lut í vælferðini. Í hvørjum einasta býi vóru fátækrabýlingar, har fátæk og arbeiðsleys búðu, eins og lægri inntøkur í landbúnaðinum elvdu til fátækradømi í landbúnaðarøkjunum.
Í 1990 áttu hundrað milliónir húski í USA litsjónvarp, og hvørt fólk hugdi í sjónvarp fýra tímar í miðal um dagin. Sjónvarpið gav síggjarum sínum høvi til við egnum eygum at fylgja við týðandi tilburðum, politikki,
ítrótt
og undirhaldi. Heimurin tyktist at vera minkaður, nú fólk kunnu kaga inn í øll herðashorn.
1960-árunum
noktaðu summi ungfólk at arbeiða sum foreldur síni at fáa sær pening til hús og bilar.
Hippiarnir
, ið teir vórðu nevndir, løgdu dent á eitt lív í friði og kærleika, við
drøgg
, virknum kynslívi og
tónleiki
. Hesin lívsháttur ávirkað milliónir um allan heim. Aðrir ungdómar fóru upp í politiskar bólkar, til dømis Studentar Fyri Fólkaræðiligum Samfelagi, sum var ímóti, at USA kríggjaðist í
Vjetnam
Ríkar fyritøkur í USA nýttu nógvar milliónir dollarar at menna nýggjar vørur. Í
1970-árunum
lærdu granskarar at brenna túsundtals elektróniskar ravrásir, sum kundu goyma og viðgera ógvuliga mangar upplýsingar inni í erflísum. Tær vórðu bíligar at gera og vórðu nýttar í tólum, sum kollveltu tilveruna heima og í arbeiðslívinum, til dømis teldur, ídnaðartólmenni og telefaks.
Eyðkvæmi
rætta
rætta wikitekst
Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av
eyðkvæmi
. Í 2010 vóru tilsamans 1 106 400 tilburðir skrásettir í USA.
Amerikanarar vórðu skelkaðir, tá ið granskarar gjørdu vart við í 1980, at ein nýggj sjúka hevði tikið seg upp í USA. Fólk, ið annars høvdu verið frísk og ferðig, fingu brádliga eina ávísa, ókenda krabbasjúku ella sjáldsamar ígerðarsjúkur, og í 1981 varð skrivað um nýggju sjúkuna í einum amerikonskum læknavísindariti. Í 1982 fekkð sjúkan navnið –
Acquired Immune Deficiency Syndrome
AIDS
), á
føroyskum
nevnd
eyðkvæmi
. Sjúkan breiddi seg skjótt. Í 2010 vórðu fleiri enn 583 298 fólk í USA deyð av eyðkvæmi, alt fleiri fólk vórðu smittað um allan heim. Eyðkvæmi stendst av, at eitt virus, -
Human Immunodeficiency Virus
(HIV), oyðileggur mótstøðuføri í mannakroppinum. Læknar staðfestu fyrst eyðkvæmi ímillum
samkynd
og
tvíkynd
mannfólk. Skjótt kom fram, at bløðarar og tey, ið sprændu seg við
drøgg
, og onnur, ið høvdu fingið blóð, eisini vórðu HIV-smittað. Síðan er staðfest, at HIV smittar við blóðflutningi og kynsligum sambandi. Enn vita granskarar ongan heilivág, sum kann lekja
eyðkvæmissmittað
, tó kunnu tey nú liva nógv longri við sjúkuni, enn tey kundu í fyrstani. Við røttu viðgerðini gongur eisini longri tíð, áðrenn AIDS sjúkan brýtur út hjá teimum sum hava fingið staðfest, at tey eru HIV-positiv. Átøk vóru gjørd og verða enn gjørd, fyri at fáa fólk at verja seg móti smittuni eitt nú við at nýta hít og við at lata vera við at brúka sproytur ella nálir, sum onnur hava brúkt áðrenn.
Felagsskapir hjá samkyndum monnum tóku skjótt greiða støðu í spurninginum um eyðkvæmi og stovnaðu grunnar og vístu á, hvussu fólk kundu verja seg fyri smittuni. Kortini vórðu bæði fólk og miðlar í USA merkt av fordómum ímóti samkyndum. Stjórnin hjá
Ronald Reagan
(6. februar 1911 – 5. juni 2004) tók heldur ikki málið í álvara. Og ikki fyrr kenda filmstjørnan
Rock Hudson
(17. november 1925 – 2. oktober 1985) doyði av eyðkvæmi í 1985, og hann og vinfólk hansara tosaðu opið og ærliga um sjúkuna, kom broyting í.
Í 2010 vóru í USA fráboðaðir 1 106 400 tilburðir av
eyðkvæmi
, og av hesum vóru 25,2
% kvinnur, 583 298 vóru deyð
. Áhugavert er at vita, at av teimum AIDS-sjúku búgva 184 429 í
Los Angeles
-økinum, 92 669 í
New York City
og til dømis bara 40 í
North Dakota
Samkyndir
menn fingu sjúkuna fyrst. Men nú eru eisini onnur enn samkyndir menn, ið fáa AIDS. Av hvørjum fýra tilburðum eru nú bert 2 samkyndir menn
10
. Hinir tilburðirnir fyrst og fremst í teimum serligu vandabólkunum, t.d. bløðarar, sproytunarkomanar og børn hjá narkomanum. Tó eru myndugleikarnir við at fara burtur frá at tosa um vandabólkar, tí sjúkan nú er so útbreidd millum fólk sum ikki hoyra til nakran av so-nevndu vandabólkunum. Ein annar kendur amerikanari, sum doyði av eyðkvæmi er sangarin og tónleikarin
Freddie Mercury
, sum doyði í 1991. Hann var forsangari í tónleikabólkinum
Queen
Yvirgangsatsóknin 9/11
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsgrein:
Yvirgangsálopið 9/11
Atsóknirnar á 9/11 kravdu umleið 3000 mannalív.
Yvirgangsatsóknin 9/11
kostaði uml. 3000 mannalív. Tað var 11 septembur í 2001, at 2 flogfør rendu í bygningarnar
World Trade Center
, eisini nevnt, The Twin Towers (Tvíburðatórnini) á
Manhattan
New York City
New York
. Hetta vóru yvirgangsmenn hjá
Al-Qaeda
, sum høvdu yvirtikið flogfør og rendu á bygningarnar. Tvey teirra flugu inn í bæði World Trade Center tornini og gjørdust á tann hátt ímyndin um sjálvt álopið, men eitt annað flogfar rendi á Pentagon-bygningin í
Arlington
Virginia
(nær við
Washington, D.C.
11
12
. Líka síðan hevur verið leitað eftir
Osama bin Laden
, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi
Barack Obama
forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad í
Pakistan
Yvirgangsatsóknin 11. september var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í
Afganistan
og
Irak
var grundað á álopini 9/11.
Landafrøði
rætta
rætta wikitekst
Høvuðsgrein:
Amerikonsk landafrøði
Kyrrahavi
ræður USA fyri nøkrum oyggjaflokkum. Tann gitnasti av teimum er Hawai'i.
Mynd:
Kawaihae
Hawaii
Ein fotomynd av Sambandsríkinum Amerika tikin úr einum
fylgisveini
Amerikamonnum dámar væl at standa á skíðum í
Colorado
, og skíðbakkar eru í næstan øllum býum í statinum.
Størsti parturin av statinum Washington er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa.
Mynd:
Rainerfjøll
Washington
Stór øki í
Nevada
og
Arizona
eru oyðimerkur.
Mynd:
Death Valley
USA er stórur partur á
norðuramerikanska
meginlandinum. USA er vestan úr
Atlantshavi
, eystur í
Kyrrahav
, norðan úr
Meksiko
og suður úr
Kanada
. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri enn
Føroyar
Í so stórum landi er stórur munur á veðurlagnum. Í
Norðuralaska
er tað kaldasta, ið veðurfrøðingar hava mált, heilt niður á -62,2 °C (-80°
), meðan tað hinvegin í
Death Valley
Kalifornia
er mált upp á 56,7 °C (134 °F), ið er tann næsthægsta hitamáting í øllum heiminum.
Fimmti lutstatir eru í sambandsríkinum, tá eru
Alaska
, ið fer langt norður um pólkring, og
Hawaii
, langt vesturi í
Kyrrahavi
, við. Tveir stórir fjallaryggir eru,
Appalakkufjøll
eystantil og
Klettafjøll
vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur.
Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í
Alaska
og
Colorado
oyðimørk
Nevada
og
Arizona
og lýsbeltisveðurlag í
Hawaii
og
Guam
. Í
Kyrrahavsstrondini
flyta stórbýir sum
Seattle
Portland
og
San Francisco
út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini
Hollywood
, háborgin hjá filmídnaðinum, og
Silicon Valley
Norðurkalifornia
, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning.
Sun Valley
Idaho
, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.
Miðskeiðis í USA og
Kanada
eru
Stóru Grasfløturnar
enskt
Great Plains
) ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.
Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna
Mississippi
og allar áirnar, sum renna í hana. Í
Texas
og
Oklahoma
er nógv
olja
og gass, og í
Wyoming
og
Montana
er nógv kol. Í
Klettafjøllum
eru stórir
tjóðargarðar
, til dømis
Yellowstone National Park
og
Glacier National Park
, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.
Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr
Evropa
komu í
16. øld
. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a.
New York City
og
Washington DC
, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir
Chicago
Detroit
og
Cleveland
við
Stóruvøtn
Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu
Klettafjøll
og skógarklæddu
Appalakkufjøll
, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur.
Klettafjøll
eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi.
Appalakkufjøll
eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.
Melduródnarbeltið
rætta
rætta wikitekst
Upprákið í ódnarsnyrlinum sýgur alt, sum fyri er, til sín. Upprákið í ódnarsnyrlinum dregur við sær t.d. vatn, dust og enntá bilar.
Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum
Kansas
Oklahoma
og
Missouri
. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr
Meksikoflógva
og turr, køld luft úr
Kanada
reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við
Meksikoflógva
og
Atlantshav
, stóran skaða.
Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdið
La Nina
, sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum
Mississippi
og
Virginia
13
Býir
rætta
rætta wikitekst
Sjá eisini
listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali
Í USA er
New York City
New York
tann størsti býurin.
Los Angeles
Kalifornia
er næststørsti býur í
Sameindu Statunum
Heili 82
% av fólkinum búgva í býum
14
, og USA verður eisini mett at vera eitt tað mest
urbaniseraða
landið í heiminum.
New York City
New York
er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað
Los Angeles
Kalifornia
og
Chicago
Illinois
. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir t.d.
Little Italy
ella
Chinatown
. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í
kirkju
Býur, Stat
Íbúgvar
New York City
New York
8 214 426
Los Angeles
Kalifornia
3 849 368
Chicago
Illinois
2 833 321
Houston
Texas
2 144 491
Phoenix
Arizona
1 512 986
Philadelphia
Pennsylvania
1 448 394
San Antonio
Texas
1 296 682
San Diego
Kalifornia
1 256 951
Dallas
Texas
1 232 940
Landafrøðiligt sundurbýti
rætta
rætta wikitekst
Sjá eisini
listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika
Fimmti stakríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Høvuðsstaðurin
Washington
er staddur í samveldisøkinum
District of Columbia (DC)
, sum ikki er stakríki.
Kort yvir Sambandsríkinum Amerika (trýst á myndina)
Landið er býtt sundur í 3 144 fylki (
counties
á enskum;
parishes
Louisiana
og
boroughs
Alaska
) í 50 statir
Alabama
Alaska
Arizona
Arkansas
Colorado
Connecticut
Delaware
Florida
Georgia
Hawaii
Idaho
Illinois
Indiana
Iowa
Kalifornia
Kansas
Kentucky
Louisiana
Maine
Maryland
Massachusetts
Michigan
Minnesota
Mississippi
Missouri
Montana
Nebraska
Nevada
New Hampshire
New Jersey
New Mexico
New York
North Carolina
North Dakota
Ohio
Oklahoma
Oregon
Pennsylvania
Rhode Island
South Carolina
South Dakota
Tennessee
Texas
Utah
Vermont
Virginia
Washington
West Virginia
Wisconsin
Wyoming
Texas
Louisiana
Alabama
Georgia
Mississippi
Iowa
Nebraska
Suðurdakota
Minnesota
Norðurdakota
Montana
Wyoming
Idaho
Oregon
Kalifornia
Utah
Nevada
Arisona
Nýmeksiko
Kolorado
Washington
Kansas
Puerto Riko
Sámoa
Guam
Norðurmarianoyggjar
Jómfrúoyggjar
Missouri
Arkansas
Oklahoma
Wisconsin
Illinois
Alaska
Hawaiioyggjar
Florida
Virginia
Vesturvirginia
Ohio
Indiana
Michigan
Norðurcarolina
Suðurcarolina
Kentucky
Tennessee
New York
Pennsylvania
D.C.
New Jersey
Delaware
Maryland
Vermont
Maine
New Hampshire
Connecticut
Rhode I
Massachusetts
Økir í USA, yvirlit.
Búskapur
rætta
rætta wikitekst
Ríkastu lond í heiminum í 2012 eftir
BTÚ
(sbrt. CIA World Factbook, Central Intelligence Agency)
15
Børsurin í
New York City
, sum hevur avgerandi týdning fyri heimshandilin
Ein gøta í
Thousand Oaks
Kalifornia
Amerikanski
búskapurin
er heimsins størsti búskapur, og tað ger, at broytist hesin í styrki, ella broyta amerikumenn atburð, so merkjast árinini kring allan heim. Amerikanski
búskapurin
er ikki lutfalsliga eins stórur nú, sum hann hevur verið. Men kemur búskaparligur stígur í, so fer tað merkist í
Evropa
og eisini í
Føroyum
. USA er heimsins ríkasta land, og amerikanarar eru ímillum teir fremstu at vinna úr jarni, stáli, viði, umframt at gera elektróniska útgerð, bilar og flogfør. Hesin ídnaður hevur nógv arbeiði; næstan helvtin av arbeiðsmegini í landinum er konufólk. Fíggjarstøðan í USA hevur støði í
kapitalismu
, og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av búskapinum um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum londum í
Vesturheiminum
Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av USA við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiska
Kina
kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurin
International Monetary Fund
(IMF) spáar nú, at í 2018 hevur landið lagt USA aftur um seg. Og lagnunnar speisemi má tað sigast vera, at tað júst eru amerikanskir borgarar, ið eru orsøk til, at
Kina
leggur seg á odda, tí eingin keypir fleiri vørur við merkinum "Made in China" enn júst amerikanar. Til samanberingar nevnir
The Daily Mail
, at tá búskapurin í
Sovjetsamveldinum
á sinni náddi tindinum, framleiddi landið bert triðingin av tí, sum USA megnaði. Og tá
Japan
náddi tindinum, var framleiðslan helvtina minni enn tann amerikanska. Fyri bert tíggju árum síðan var amerikanski búskapurin tríggjar ferðir so sterkur sum tann kinverski. Tí kemur metingin hjá
IMF
óvart. Í metingum sínum leggja búskapargreinarar hjá
IMF
seg serstakliga eftir inntøku og brúki hjá fólki í londunum, teir kanna búskapin hjá.
Fura, grann og setrisviður vaksa væl í lýggja og slavna strandaveðurlagnum í ríkjunum
Oregon
og
Washington
. Í hesum báðum ríkjum er mesta skógarvinnan í USA. Trøini verða flutt heil til strondina við lastbili. Umhvørvisverndarfelagsskapir royna nú at verja partar í skógunum, har mong trø eru yvir 200 ára gomul.
USA er tað land í heiminum, ið letur mest í
menningarhjálp
, meiri enn 22,7 milliardir
dollarar
árliga
16
Oljuvinna
rætta
rætta wikitekst
Amerikanskur oljuboripallur við Santa Barbara í
Kalifornia
. USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014
17
USA er vorðið heimsins størsti framleiðari av olju og gassi í 2014 og hevur harvið yvirhálað bæði
Russland
og
Saudiarábia
18
19
. USA er tí størsta
oljuland
í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, til dømis bensin. Hetta var heilt óhugsandi fyri 10-20 árum síðani, nú
Russland
hevur ræði á nærum óavmarkaðum og risastórum olju- og gassgoymslum. Exxon Mobil metir, at um 40 ár er framleiðslan av olju í USA 11 faldað í mun til í dag. Í eini langtíðarprognosu, sum Exxon Mobil hevur kunngjørt í 2013, sigur forstjórin, Kenneth Cohen, at tíðin við oljutroti er farin. Hann grundgevur millum annað við skiferoljuni, sum er eitt serligt slag av olju sum liggur sera djúpt í undirgrundini, og sum higartil ikki hevur verið gjørligt at fingið hendur á
20
. Amerikanska oljuframleiðslan fer framvegis at veksa í komandi tíðum, og sambært teimum seinastu metingunum hjá orkumálaráðnum (U.S. Energy Department) í
District of Columbia
kemur framleiðslan upp á 9,6 milliónir tunnur um dagin í 2016
21
. Tað merkir, at amerikanska framleiðslan fer skjótt at nærkast metárunum í
sjeytiárunum
. Til sammetingar er framleiðslan í
Kina
4,0 milliónir um dagin. Tann dagliga
norska
framleiðslan er um tvær milliónir tunnur
22
23
. Metingin hjá amerikanska orkumálaraðnum sigur, at oljuframleiðslan verður rættiliga støðug frá 2016 til 2020, men at hon so fer at minka eitt vet. Samstundis væntar orkumálaráðið, at framleiðslan av gassi fer at veksa í komandi árum, og at vøksturin hetta til 2040 verður um 55 prosent.
USA, sum leingi hevur verið heimsins størsti brúkari av orku, hevur seinastu árini økt munandi um framleiðsluna av olju og gassi fyri eitt nú at nøkta sín egna eftirspurning. Framleiðslan er vorðin so mikið stór, serstakliga orsakað nýggja skifurgassinum og skifuroljuni, at hetta hevur gjørt USA til útflytara av orku eisini. Um somu tíð er amerikanski innflutningurin av gassi og olju minkaður munandi seinastu árini; USA er í 2014 mestsum sjálvhjálpið við olju. Fyri fyrstu ferð síðani 1982 hevur USA í 2013 tikið meira gass upp úr undirgrundini enn Russland, vísa tøl frá International Energy Agency (IEA)
24
25
. Olja varð fyrst funnin í
Texas
19. øld
, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næst
Alaska
at vinna út olju. Oljuprísurin í USA liggur væl undir prísinum á heimsmarknaðinum, tí USA í 40 ár hevur havt útflutningsforboð
26
Landbúnaður
rætta
rætta wikitekst
Appelsinir,
jarðber
, greypfrukt, sitrónir, o.a. vaksa t.d. væl í
Suðurkalifornia
Landbúnaður er høvuðsvinna í
Suðurdakota
. Bøndurnir dyrka m.a. mais, hveiti, bummull og
tubbak
Víðu fløturnar ímillum
Klettafjøll
og
Mississippi
, sum áður vóru beitilendi hjá millióntals visundum, eru næstan allar lagdar undir plógv; og har verða meiri hveiti og mais velt enn nakra aðrastaðni í heiminum. Landbúnaðurin er hámekaniseraður, og ógvuliga stórar maskinur heysta grøðina. Har turrast er, veksur bara, verður vatn veitt á markirnar. Nógvastaðni verður vatn pumpað upp úr jørðini at væta við.
Á grasfløtunum og vestur at
Klettafjøllum
er nógv neytahald. Fyrr róku cowboyar á rossabaki neytafylgini av einum belti á annað um summarið, og aftur á garðarnar um heystið; har vórðu sláturneytini seld á uppboði.
Filmar
úr
Hollywood
lýstu cowboyar sum sannar hetjur, men lívið á rossabaki var alt annað enn lætt. Lønin var vánalig, og teir sótu javnan í saðlinum einum 15 tímar um samdøgrið, í nógvum hita ella oysregni. Nú á døgum eru garðarnar ikki so stórir, og lastbilar koyra nú cowboyar og
rossini
á beitilendini.
Miðskeiðis í
19. øld
veltu suðurríkini 80
% av allari bummull í heiminum, og tey vunnu sær stórt ríkidømi av henni. Bummullin varð dyrkað í ovurstórum lundum, og tað vóru
trælir
úr
Afrika
, sum hentaðu hana við hond. Trælahaldið í USA varð avtikið í 1865. Bummull er enn týdningarmikil grøði; men nú gera maskinur alt tað tunga arbeiðið. Nú á døgum eru soyabønir týdningarmesta grøðin í suðurríkjunum. Tær verða mest fergdar til
olju
Sunnanfyri verða dyrkað tubbak, bummull og ymsar oljuplantur. Bummull verður spunnin og vovin til klæði og til dømis nýtt til skjúrtur, buksur og handklæði.
Uttanlandshandil
rætta
rætta wikitekst
Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2012, sær soleiðis út sambært
CIA World Factbook
27
Útflutningur
Innflutningur
1.
Kanada
18,9
Kina
19,0
2.
Meksiko
14,0
Kanada
14,1
3.
Kina
7,2
Meksiko
12,0
4.
Japan
4,5
Japan
6,4
5.
Stóra Bretland
4,3
Týskland
4,7
6.
Týskland
4,1
Suðurkorea
3,0
Handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA
rætta
rætta wikitekst
USA er ein sera týdningarmikil marknaður fyri føroysku alivinnuna. Tann amerikanski marknaðurin er rættiliga týðnandi fyri
føroyskan
útflutning av aldum laksi
28
; í 2013 útflutti føroyska alivinnan
laks
til USA fyri yvir 630 mió. kr., tvs. at fjórðihvør laksur endaði í USA. Av vørum, ið Føroyar útflyta til USA, telur laksurin heili 99 prosent av útflutninginum til USA, tvs. at bara 1% eru aðrar vørur.
29
Í USA fær føroyskur laksur eisini hægri prís enn annar laksur og á matstovum í USA er føroyskur laksur ofta á mátskránni - serliga á sushi matstovum har góðskan skal vera í hásæti.
30
Mentan
rætta
rætta wikitekst
Bilarnir eru fleiri og tættari á vegunum í USA enn í nøkrum øðrum landi. Myndin omanfyri er av einum høvuðsvegi í
Berkeley
Kalifornia
, har bilferðslan elvir til ovurstóra
dálkan
Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin.
Snarføði
, sum burgari, hot dogs og kola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum og
filmum
, eru kend úr
Berlin
til
Beijing
. Fólk i øllum londum hoyra amerikanskan tónleik, og amerikanskir filmar verða sýndir um allan heim. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyri
búskapin
í USA.
Nógvar
tónleikagreinar
, sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við tónleik at gjørt. Tónleikagreinar sum
blues
country
og
rock
koma upprunaliga harfrá;
jazz
- og
bluestónleikur
eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum.
Countrytónleikur
tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í
Kentucky
og
Tennessee
Best dámdu
ítróttir
í USA eru
amerikanskur fótbóltur
NFL
),
hornabóltur
MLB
),
kurvabóltur
NBA
) og
íshockey
NHL
). Størsta ítróttarhendingin í USA er
Super Bowl
, sum er finalan í
amerikanskum fótbólti
. Síðani
boksing
varð til eina
ítróttargrein
, hevur USA altíð verið ein av bestu tjóðunum í boksing. Bæði innan amatør og professionella boksing.
Fólkið
rætta
rætta wikitekst
Miðallívsævin
í landinum er 80,51 ár, og 1
% av fólkinum eru ikki lesifør
31
. Arbeiðsloysið í USA var í januar mánað 2014 6,6 prosent, ið er tað lægsta, tað hevur verið í fimm ár - síðani 2008
32
. Arbeiðsloysið er størst í
Rhode Island
(9,1
%)
33
. Arbeiðsloysið er lægst í
North Dakota
(1,9 prosent) fylgt av
Nebraska
(3,6 prosent).
Í 2013 vóru skrásett 630 000 heimsleys í USA
34
Fólkasløg
rætta
rætta wikitekst
Fólkasamansetning
Hvít
72,4
Svørt
12,6
Ásiatar
4,8
Indiánar
1,5
Onnur
8,7
Átrúnaðir
Protestantiskar
51,3
Katolikkar
23,9
Mormonar
1,7
Jødar
1,7
Buddistar
0,7
Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr
Evropa
og
Ásia
. Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í USA. Málini eru fleiri, til dømis
cherokesiskt
Oklahoma
franskt
Louisiana
spanskt
New Mexico
og
týskt
Pennsylvania
Afroamerikanarar
, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í
norðuramerikanska
samfelagnum. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá
trælum
, sum vórðu seldir til USA í
17.
18.
og
19. øld
. 12
% av fólkinum eru afroamerikanarar. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr
Meksiko
. Teir verða nevndir
hispanics
latínoamerikanarar
) og tala
spansk
, tí at forfedrar teirra komu úr
Spania
. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan. Hispanics eru eisini fluttir hagar úr
Puerto Riko
El Salvador
og
Kuba
Tey størstu málini í 2007
35
Enskt
82,1
Spanskt
10,7
Kinesiskt
0,8
Franskt
0,6
Týskt
0,5
Tagalog
0,5
Vjetnamesiskt
0,4
Italienskt
0,4
Koreanskt
0,3
Russiskt
0,3
Ymisk indiánamál
0,2
Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr
Latínamerika
: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og
ásiatar
. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum
36
. Men sambært blaðnum
Los Angeles Times
vísa tøl, at tað eru ikki so nógvir
latínamerikanar
, sum hava hug at fara norður um markið longur
37
. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur í
Meksiko
at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini.
Upprunafólkið
rætta
rætta wikitekst
Enn liva
indiánsk
fólkasløg í USA. Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara uml. 1,5
% av øllum fólkinum. Síðan
evropeararnir
komu í
16. øld
, hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur.
Fjølmentastu fólkasløgini
rætta
rætta wikitekst
Upprunalond
Pláss
Upprunaland
(etniskan uppruna)
(av fólkatalinum í USA)
Fólkatal
Pláss
Upprunaland
(etniskan uppruna)
(av fólkatalinum í USA)
Fólkatal
1.
Týskland
15,2
42 885 162
13.
USA (indiánar)
1,5
2.
Írland
11,9
36 278 332
14.
Puerto Riko
1,4
4 411 604
3.
Meksiko
10,0
31 673 700
15.
Svøríki
1,4
3 998 310
4.
Ongland
8,7
24 515 138
16.
Somalia
1,3
1 753 794
5.
Italia
5,6
15 723 555
17.
Grønhøvdaoyggjarnar
1,1
1 430 897
6.
Frakland
3,9
10 846 018
18.
El Salvador
1,1
1 736 221
7.
Pólland
3,2
8 977 444
19.
Kina
1,0
2 432 585
8.
Nigeria
3,1
8 309 666
20.
India
0, 9%
2 602 676
9.
Etiopia
2,4
8 309 666
21.
Filipsoyggjar
0,8
2 475 794
10.
Skotland
1,7
4 890 581
22.
Kuba
0,6
1 677 158
11.
Niðurlond
1,6
4 542 494
23.
Danmark
0,6
1 430 897
12.
Noreg
1,6
4 477 725
24.
Vjetnam
0,6
1 481 513
Kelda
: 2000 United States Census Bureau
Býarlív
rætta
rætta wikitekst
Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva. Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í
kirkju
Meira enn 75
% av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum. Tey flestu, ið búgva í forstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið hava røtur úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir til dømis
Little Italy
og
Chinatown
. Nógvar
kirkjur
eru í øllum stórbýum.
Átrúnaður
rætta
rætta wikitekst
Buddistiskt
tempul í
Kalifornia
Høvuðsgrein:
Átrúnaður í USA
Seks av 10 amerikanarum meina at
religión
er umráðandi í gerandisdegnum.
Kirkjan
hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru
kristnar
. 1
% av teimum hoyra til tað grikskt-ortodoksu kirkjuna, og yvir 23
% eru katolikkar. Tað eru 51,3 prosent protestantar. Í USA eru eisini umleið sjey miljónir
muslimar
og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Í USA eru statur og
kirkja
skild sundur.
Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í Sambandsríki Amerika í
Bíbliuni
í 2007. Einans 20 prosent av
spaniólum
hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av
franskmonnum
lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond – USA,
Stóra Bretland
Pólland
Týskland
Spania
Frakland
Holland
Russland
, og
Italia
- vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent av
franskmonnum
bóðu í 2007.
38
Skúlaskapur
rætta
rætta wikitekst
USA er kent fyri sínar góðu útbúgvingar. Sum sæst á m.a. stuðulsskipanum, leggur USA stóran dent á, at fólkið útbúgvir seg. Hvørt ríki skipar fyri sínum skúlaskapi, og kommunur (
municipalities
) ella einstøk fólk ella feløg eiga nógvar av skúlunum. Tað kann tí vera rættiliga ymiskt, hvussu skúlaskipanin er í teimum ymsu plássunum. Men vanliga eru børnini í barnagarði, frá tí at tey eru 4 til 6 ár, frá 6 til 14 ár í fólkaskúlanum (
elementary school
), og framhildið kann so verða frá 14 til 18 ár í hægri skúla (
junior high school
og
high school
) og síðani 18 til 22 ár í
college
og eftir tað á
universiteti
. Tey gitnastu av hesum eru
Harvard University
Boston
MA
og
Columbia University
New York City
NY
Politikkur
rætta
rætta wikitekst
Sjá eisini
lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika
og
forseti Sambandsríki Amerika
Kongressin
er lóggevandi valdið. Kongressin hevur tvey kømur:
Umboðsmannatingið
og
Senatið
Austin
er høvuðsstaður í statinum
Texas
. Í hesum húsinum í býnum heldur ríkisstjórnin í
Texas
til.
Amerikanskir politikarar taka avgerðir, sum ávirka allan heimin. Hvør statur hevur egið lóggávuvald og senda umboð til
Kongressina

enskum
Congress
), so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Kongressin er býtt í tvey:
Senatið
og
Umboðsmannatingið

enskum
House of Representatives
). Hvør statur velur tveir limir í Senatið, men til Umboðsmannatingið verður valt eftir íbúgvatali. Onkuntíð er ósemja ímillum summir statir og kongressina. Í USA er
fólkaræði
og
talufrælsi
. Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar,
Republikanski Flokkurin
(GOP) og
Demokratiski Flokkurin
. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru Republikanarar
afturhaldssinnaðir
og Demokratar tað, sum amerikanarir kalla «
liberalir
» (vinstrahallir). Liberali vongurin og afturhaldssinnaði vongurin eru polariseraðir. Sjónvarpsrásirnar senda valfundir hjá flokkunum, skipaðar dystir millum valevni umframt lýsingar. Tað er tíðuligt at
MSNBC
er sera
Demokratiskt
litað
39
, meðan til dømis
Fox News
hellur meira til
Republikanarnar
40
. Annars eru strandastatirnir í vestri og
New England
meira Demokratiskir, meðan miðstatirnir og suðurstatirnir stuðla Republikanarnum.
Vallutøkan í USA er lág í mun til onnur
Vestanlond
; valluttøkan hevur verið minkandi síðani valið í 1964, tá 61,9
% av amerikanarum atkvøddu.
41
Vit kunnu á løgtingsvalum fegnast um, at valluttøkan í
Føroyum
er sera høg. Fleiri enn 90
% av veljarunum velja at luttaka. Í 2012 atkvøddi 58,2
% prosent í USA, meðan tað í 2008 vóru 61,6
% prosent av øllum veljarum, ið fóru á val.
42
Hægsta valluttøka var í
Minnesota
, har fleiri enn 75
% vóru á vali. Lægst var valluttøkan í
Utah
, nevniliga 52
%.
43
Hægsta valluttøka í USA var til forsetavalið í 1860 tá 81,2
% greiddu atkvøðu.
44
Stríðið Ímóti Yvirgangi
kostar amerikansku skattgjaldarunum nógv.
Stjórnarskipan
rætta
rætta wikitekst
Donald Trump
er nummar 47 í røðini av
forsetum
, ið hava verið í USA. Hann bleiv valdur til forseta tann 5. nov. 2024.
Valdið í USA kann býtast í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Hetta
tríbýtið
av valdinum hevði stóra ávirkan á amerikanska grund­lógarsmíðið við
James Madison
á odda. Hugsanirnar hjá Montesquieu (1689-1755) og John Locke (1632-1704) vóru týdningarmikil íblást­rarkelda hjá amerikansku grundlógarsmiðunum. Amerikanska grundlógin staðfestir í Grein 1 tríbýtið av valdinum:
All legislative Powers herein granted shall be vested in a Congress of the United States, which shall consist of a Senate and House of Representatives
. Lóggevandi valdið hevur tí
Kongressin
við
Umboðsmannatingið
og
Senatið
, útinnandi valdið er í hondunum á
forsetanum
, og dømandi valdið liggur hjá dómstólunum. Harumframt hevur amerikanska stjórnarskipanin eitt íborið vatnrætt valdsbýti millum samveldið og londini. Forsetin er ikki bundin av einum meiriluta í Kongressini. Tí er tað eisini ofta vanligt, at t.d.
republikanarar
hava meiriluta í Umboðsmannatinginum ella/og í Senatinum, meðan forsetin er
demokratur
. Lóggevandi valdið, Kongressin, og útinnandi valdið, forsetin, eru beinleiðis vald av fólkinum, tí hava vøldini bæði sjálvstøðugan fólkaræðiligan legitimitet. Í Umboðsmannatinginum sita 435 umboð, og eru hesi deild út á statirnar í mun til fólkatalið í statinum. Valskeiðið í Umboðsmannatinginum er einans 2 ár, og verður alt Umboðsmannatingið endurvalt samstundis. Í Senatinum eru 100 umboð, har hvør av teimum 50 statunum hevur 2 umboð í part. Valskeiðið í Senatinum er 6 ár, men ein triðingur av hesum umboðum standa fyri vali 2. hvørt ár.
Lóggávuvaldið er soleiðis háttað, at tað er deilt í tvey kømur: eitt Umboðsmannating og eitt Senat. Saman verða hesi kallað Kongressin.
Stýrismátin í USA er
sambandslýðveldi
við einum
forseta
á odda. USA er eitt ríki samansett av fleiri ríkjum sum hvørt hevur ávíst sjálvræði í innanlandsmálum. Í USA ráða ríkini sjálv í sermálum, tey eru til dømis
løgregla
, sjúkrahúsfyrisiting og vegakervi. Á odda fyri stýrinum í hvørjum ríki stendur ein guvernørur. Statirnir hava heimastýri við egnari stjórn og egnum
høvuðsstaði
. Fyrr vóru statirnir at kalla sjálvstøðugir, men síðan er meiri vald lagt undir samveldisstjórnina við forsetanum á odda. Felagsmál, sum sambandsstjórnin ræður fyri, eru til dømis uttanríkispolitikkur, verjumál og
gjaldoyra
. Á odda fyri stjórnini stendur ein forseti, sum verður valdur av øllum fólkinum. Stjórnin heldur til í
Washington DC
, har forsetin og húski hansara búgva í
Hvítu Húsunum
. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður valdur fjórða hvørt ár.
Donald Trump
úr
Florida
er 47. og núverandi forseti í USA. Hann hevur nógv persónligt vald, til dømis uttanríkisviðurskiftum viðvíkjandi. Í USA verður ikki valt eins og í
Føroyum
, har fólk atkvøða fyri hvør sínum valevni. Amerikanarar hava tveir kandidatar at velja ímillum: umboðið hjá
Demokratiska flokkinum
og umboðið hjá
Republikanska flokkinum
Í USA verður ikki talað um einkultatkvøður, men heldur um samlaðu atkvøðurnar hjá hvørjum stati. Hvør statur hevur nevniliga eitt ávíst tal av valmonnum (á
enskum
"'Electoral college'"), alt eftir hvussu nógvir íbúgvar eru í statinum – jú fleiri íbúgvar, jú fleiri valmenn. Tan lítli staturin,
Vermont
, har 626 000 fólk búgva, hevur til dømis bara 3 valmenn, meðan tann fólkaríkasta staturin,
Kalifornia
, hevur 55. Og gandatalið fyri at vinna valið er 270 atkvøður av teimum samlaðu 538. Klárar annað av valevnunum at koma uppá hetta talið, so er valið avgjørt. Tá so funnið er fram til, hvønn meirilutin í statinum atkvøðir fyri, hava hesir valmenninir skyldu til at atkvøða fyri tí valevninum á valdegnum. Hetta kann kallast fleirtalsval. Tað vil altso siga, at í øllum statum verða atkvøðurnar taldar saman, og tað forsetavaldømið, sum hevur fingið flest valmenn, vinnur so allar valmenninar í tí statinum. Um eitt forsetavalevni altso fær meirilutan (t.d. 50,1
%) av teimum 55 valmonnunum í
Kalifornia
, so vinnur hann allar tær 55 atkvøðurnar. Í USA hevur verið forsetaval sum t.d. í 2000,
George W. Bush
) vann (271 valmonnum, 47,9
% atkvøðum), meðan
Al Gore
) fekk samanlagt fleiri atkvøður enn Bush (266 valmonnum, 48,4
% atkvøðum). Íalt eru 538 valmenn, so 270 skulu til fyri at vinna.
Forsetavalið 2016
Clinton
232 valmenn (
48,0
Trump
306 valmenn
(46,1
%)
Forsetavalið 2012
Obama
332 valmenn (51,1
%)
Romney
206 valmenn (47,2
%)
Forsetavalið 2008
Obama
365 valmenn (52,9
%)
McCain
173 valmenn (45,7
%)
Forsetavalið 2004
Kerry
251 valmenn (48,3
%)
Bush
286 valmenn (50,7
%)
Forsetavalið 2000
Gore
266 valmenn (
48,4
Bush
271 valmenn
(47,9
%)
Fongsul
rætta
rætta wikitekst
Ein av hvørjum hundrað sita
fongslaði
í USA í 2008. Talið á fangum er 1,6 milliónir fólk. Umframt hetta sita 723 000 í smærri brummum kring landið. Hetta er hægsta talið nakrantíð í USA og tað hægsta í heiminum. Merkisverdur er eisini stóri munurin millum samfelagsbólkar. Av latínamerikanarum situr 1 av 36 inni, meðan talið fyri afroamerikanarar er 1 av 15. Verður so hugt at aldursbólkum, so er talið fyri afroamerikanarar millum 20 og 34 ár 1 av 9
45
Deyðadómur
rætta
rætta wikitekst
Ravmagnsstólurin verður enn nýttur í m.a.
Tennessee
og
Nebraska
Í USA er
deyðadómur
; USA er einasta landi á
amerikanska meginlandinum
, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstrirættur hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini
46
. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Síðan tá eru 1303 fólk avrættað í USA - av teimum umleið triðingurin í
Texas
47
Texas
er tann lutstaturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum
48
. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í
1990-unum
49
. Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt at hava
deyðarevsing
, og meiri enn annar hvør amerikanari heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakanning hjá Gallup í 2006 siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing, og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyðadóm. Tað eru serliga
republikanskir
veljarar, sum eru fyri deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljarunum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava somu hugsan.
Maryland
avtók deyðarevsing í 2013, og sostatt eru nú 18 amerikanskir statir, har deyðarevsing ikki er ein møguleiki. Roknað verður við, at 3 aðrir statir –
New Hampshire
Delaware
, og
Colorado
– komandi ár fara at taka deyðarevsingina upp til politiska viðgerð og møguliga avtaka hana. Seinastu seks árini hava seks statir – ein um árið – avtikið deyðarevsingina, sum nú er galdandi í 32 av teimum 50 amerikansku statunum. Í 2013 vórðu 80 fólk deyðadømd í USA, og hóast tað er eitt vet fleiri enn í 2012, er tað væl færri enn miðskeiðis í
1990-unum
, tá tað var vanligt, at fleiri enn 300 fólk vórðu dømd til deyðan um árið.
Samkynd
rætta
rætta wikitekst
Í 1987 gekk ein hálv mió. fólk til
Washington DC
at mótmæla, at ov lítið varð gjørt at vissa
samkyndum
betri umstøður.
Harðskapur orsakað av kynsligu orienteringini hjá offrinum verður bólkaður sum hatursbrotsverk í USA, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er úrslit av einari søguligari nýggjari lóg, sum
Senatið
hóast stóru mótstøðu fekk góðkent í
2010
. Uppskotið kom fyri
Senatið
, eftir at 237
demokratar
og 44
republikanarar
Kongressini
høvdu stuðla uppskotinum; 131 republikanarar og 15 demokratar vóru ímóti.
Við nýggju lógini verður skilmarkingin av
hatursbrotsverki
frá
1960unum
, sum higartil hevur umfatað rasu, húðalit,
religión
og uppruna, víðkað við kynsligari orientering, kyn, kynssamleika og brek. Felagskapir fyri borgararættindir hava stríðst fyri hesari víðkan í nógv ár, og hava minni víðgongd uppskot áður verið feld í
Kongressini
Afturhaldsinnaðir
bólkar hava tó protestera móti lógini, sum teir meta, er brot á talifrælsi, og vilja hesir bólkar vera við, at hendan lógin er bert eitt stig á leiðini fyri fleiri rættindum til
samkynd
. Lógin er uppkallað eftir tveimum offrum fyri hatursbrotsverk:
Matthew Shephard
, ein 21 ára gamal samkyndur lesandi, sum í 1998 bleiv dripin í
Wyoming
, og
James Byrd
, ein littur maður, sum doyði í
Texas
í 1998, eftir at tríggir hvítir menn høvdu bundið eina ketu um bein hansara og drigið hann eftir teirra pickupbili fleiri kilometrar.
Við nýggju lógini verður eisini meir almennur peningur fluttur til lokalar myndugleikar, soleiðis at teir kunna granska hatursbrotsverk, meðan landsmyndugleikarnir fáa møguleika at blanda seg, um teir ikki halda, at lokala løgreglan ger nokk við at basa haturbrotsverkum. Amerikanski hægstirætturin hevur avgjørt í juni 2015, at samkynd sleppa at giftast í øllum 50 statunum. Av teimum níggju hægstarættardómarunum í Amerika atkvøddu fimm fyri og fýra ímóti eini boyting av hjúnabandslógini. Áðrenn vóru homohjúnabond bert loyvd í 36 statum. "Avgerðin um homo-hjúnabond er eitt stórt stig móti javnrættindum", skrivar amerikanski forsetin,
Barack Obama
, á
. Í juni mánaða 2013 avgjørdi amerikanski hægstirættur, at ein ikki kann definera hjúnabandið sum bara verandi ímillum mann og kvinnu. Hetta viðførdi, at samkynd kundu fáa somu rættindi sum hinkynd. Tó var tað upp til hvønn einstakan stat, um hjúnaband millum samkynd var lógligt. Men í 2015 er avgjørt, at øll samkynd sleppa at giftast.
Í USA hava samkynd loyvi at ættleiða í
Hawaii
Connecticut
Minnesota
Indiana
Oregon
Florida
Arkansas
Iowa
Illinois
Vermont
New Hampshire
Rhode Island
Maine
Kolorado
Nevada
Kalifornia
Massachusetts
Delaware
New Jersey
New Mexico
New York
Ohio
Washington
Wisconsin
Maryland
Washington DC
Guam
Pennsylvania
, og ein samkyndur partnari kann ættleiða børnini hjá hinum partnaranum í
Montana
og
Idaho
Heilsuskipanin
rætta
rætta wikitekst
Heilsuskipanin, sum varð samtykt 21. mars í 2010, er størsta og umfatandi heilsuskipan í USA síðani
Lyndon B. Johnson
í 1965 fekk sínar heilsuskipanir ígjøgnum. Síðani hava fleiri
forsetar
roynt at endurnýggja skipanina, uttan at tað hevur eydnast. Heilsuskipanin var eitt størstu vallyftunum hjá
Obama
í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2008. Nýggja heilsuskipanin hevur við sær, at allir amerikanskir borgarar fyri fyrstu ferð í søgu landsins nú hava eina almenna sjúkratrygging. Higartil hava okkurt um 32 milliónir amerikanarar ikki verið umfataðir av sjúkratrygging. "Hetta er ein stórur sigur fyri alt tað amerikanska fólkið", segði
Barack Obama
, forseti, í røðu sínari, tá
Umboðsmannatingið
í mars 2010 samtykti heiluskipanina við 219 atkvøðum fyri og 212 ímóti.
Landsverja
rætta
rætta wikitekst
Amerikanskir hermenn í
Afghanistan
í 2008.
USA er
hernaðarliga
sterkasta ríkið í heiminum
50
. Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur heimins bestu verju, og landið er heimins einasta risaveldi. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla.
Í 1949 var USA við til at stovna
NATO
. Aftrat londunum í NATO eru trý onnur lond, ið eru sameind við USA, umráðandi hjá USA:
Ísrael
Japan
og
Avstralia
. Av NATO-londunum hevur
Stóra Bretland
inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum.
20.000 kvinnur eru í amerikanska herinum, og tað er umleið 15
% av samlaða talinum. Síðan 20. september 2001, tá
Kríggið Móti Yvirgangi
brast á, hava 41.000 kvinnur verið við herinum í
Afghanistan
og í
Irak
. Meðalaldurin er 23 ár og flestallar eru giftar og eiga børn. Fyri ikki at tær skulu koma sær í óneyðugan vanda, skulu tær sambært amerikanskari lóg ikki sendast til hermóti ella arbeiða í servandum deildum, men í dag er tað ein stórur spurningur, hvar hermótið í grundini er. Í mars í 2016 gav fyrrverandi amerikanski forsetin,
Barack Obama
, kvinnum atgongd at røkja øll størv og embæti innan amerikanska herin.
Í 2011 førir USA heimsumfatandi
Kríggið Móti Yvirgangi
, serliga í
Afghanistan
og
Irak
. Hesi átta árini, USA hevur havt herfólk í
Irak
, hava 4 432 latið lív
51
Álopið á World Trade Center
New York
í 2001 og Kríggið Móti Yvirgangi hevur havt við sær eina nýggja trygdarstrategi, sum sigur, at USA skal vera størsta hernaðarveldið í heiminum, og ein og hvør sum kemur í nánd av USA á hesum økinum, verður mettur at vera fíggindi.
Myndasavn
rætta
rætta wikitekst
Tað hvíta húsið
Washington DC
Frælsisgudinnan
New York City
New York
Mount Rushmore
South Dakota
Grand Canyon
Arizona
Hollywood
Los Angeles
Kalifornia
Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í
North Carolina
og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum
flogfari
Neil Armstrong
og
Edwin Aldrin
tóku dust og grót, ið skuldi verða kannað, og settu
amerikanska flaggið
mánan
, áðrenn teir fóru inn í aftur far sítt.
Martin Luther King
var prestur í
Georgia
og gjørdist gitin fyri røður sínar til frama fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt.
Fólkatalsfrøði, 1790 til 2010.
Kort.
Sí eisini
rætta
rætta wikitekst
Djóralívið í USA
Listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika
Listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali
Listi yvir forsetarnar í USA
Átrúnaður í USA
Forseti Sambandsríki Amerika
Tjóðardagur USA
Norðuramerika
Washington DC
Tjóðarlundir í USA
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
USA
Wikimedia Commons
Keldur
rætta
rætta wikitekst
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-12-27
Heintað 2010-03-28
"Archive copy"
Heintað 2009-05-17
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-18
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06
Heintað 2014-03-02
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-18
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12
Heintað 2008-06-17
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-16
Heintað 2011-03-15
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-07-23
Heintað 2014-03-26
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12
Heintað 2008-06-17
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-04-17
Heintað 2009-04-17
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-14
Heintað 2011-05-20
"Archive copy"
Talgilda eintakið, gjørt
eftir
tí talgilda frumeintakinum
, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-05-05
Heintað 2008-06-17
Sambandsríki Amerika
Høvuðsstaðarøki
Washington DC
Statir
Alabama
Alaska
Arizona
Arkansas
Colorado
Connecticut
Delaware
Florida
Georgia
Hawaii
Idaho
Illinois
Indiana
Iowa
Kalifornia
Kansas
Kentucky
Louisiana
Maine
Maryland
Massachusetts
Michigan
Minnesota
Mississippi
Missouri
Montana
Nebraska
Nevada
New Hampshire
New Jersey
New Mexico
New York
Norðurcarolina
Norðurdakota
Ohio
Oklahoma
Oregon
Pennsylvania
Rhode Island
Suðurcarolina
Suðurdakota
Tennessee
Texas
Utah
Vermont
Vesturvirginia
Virginia
Washington
Wisconsin
Wyoming
Hjáland
Amerikanska Sámoa
Bakeroyggj
Guam
Howlandsoyggj
Jarvisoyggj
Johnston Koralloyggj
Jómfrúoyggjar
Kingman Koralloyggj
Midwayoyggjar
Navassaoyggj
Norðaru Marianaoyggjar
Palmyra Koralloyggj
Puerto Riko
Wakeoyggj
Lond í Norðuramerika
Lond
Antigua og Barbuda
Bahamasoyggjar
Barbados
Belis
Dominika
Dominkolýðveldið
El Salvador
Grenada
Guatemala
Haiti
Honduras
Jamaika
Kanada
Kosta Rika
Kuba
Meksiko
Nikaragua
Panama
St. Kitts og Nevis
St. Lusia
St Vinsent og Grenadinoyggjar
Trinidad og Tobago
Sameindu Statirnir
Sjálvstýrandi øki
Anguilla
Aruba
Amerikonsku Jómfrúoyggjar
Bermuda
Bretsku Jómfrúoyggjar
Caymanoyggjar
Grønland
Guadeloupe
Martinique
Montserrat
Niðurlendsku Antilloyggjar
Puerto Riko
Saint-Pierre og Miquelon
Turks- og Caicosoyggjar
Lond í NATO
Albania
Belgia
Bulgaria
Estland
Danmark
Finnland
Frakland
Grikkaland
Italia
Ísland
Kanada
Kekkia
Kroatia
Lettland
Litava
Luksemburg
Norðurmakedónia
Montenegro
Niðurlond
Noreg
Portugal
Pólland
Rumenia
Slovakia
Slovenia
Spania
Stóra Bretland
Turkaland
Týskland
Ungarn
USA
Heintað frá "
Bólkar
Mánaðargrein
Norðuramerika
NATO
USA
Amerika
Fjaldir bólkar:
Pages containing cite templates with deprecated parameters
All articles with dead external links
Articles with dead external links from October 2023
USA
Nýtt evni