Wikimedia - Wikipedia
Jump to content
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Búmerki hjá
Wikimedia
stovninum
Wikimedia Foundation Inc.
er foreldrafelagið hjá
Wikipedia
Wiktionary
Wikiquote
Wikibooks
(og eisini
Wikijunior
og
Wikiversity
),
Wikisource
In Memoriam 9/11
Wikimedia Commons
Wikispecies
Wikinews
, og
Nupedia
(ikki virkin). Tað er ein
áhugafelagsskapur
skipað eftir lógunum í
Florida
USA
. Stovnanin av felagnum var formliga kunngjørd av fyrrverandi
Bomis
stjóranum
og Wikipediustovnaranum
Jimmy Wales
20. juni
2003
Mál stovnsins
rætta
rætta wikitekst
Málini hjá stovninum eru at menna og varðveita
opin
wiki
-grundaðar verkætlanir og at bjóða almenninginum alt innihaldið á teimum verkætlanunum
ókeypis
. Umframt at reka ta longu mentu fleirmæltu almennu
alfrøðina
Wikipedia
, er ein fleirmælt
orðabók
og
samheitaorðabók
nevnd
Wiktionary
, ein savning av
sitatum
nevnd
Wikiquote
, ein goymsla av keldutekstum á einumhvørjum máli nevnd
Wikisource
og ein savning av
t-bókatilfeingi
ætlað lesandi (so sum
tekstbøkur
og viðmerktar bøkur, ið eru
public domain
) nevnd
Wikibooks
Wikijunior
er ein ungdómsætlað verkætlan.
Stovnurin rekur eisini eitt minningarsavn av greinum um
álopini 11. september 2001
og virksemið hjá hvílandi verkætlanini
Nupedia
(sum ikki er wiki, men tó opið innihald). Framhaldandi vøksturin av øllum Wikimedia verkætlanunum er fyrst og fremst orsakaður av
stuðli
. Wikimedia Stovnurin roynir at vaksa um inntøkurnar við alternativari fígging, so sum játtanir og stuðulveitan.
Stovnsins søga og vøkstur
rætta
rætta wikitekst
Navnið "Wikimedia" var smíðað av
Sheldon Rampton
í einum boðum til postlistan hjá ensku Wikipedia í mars 2003. Tað er av og á kritiserað fyri sín líkskap við navnið
Wikipedia
, sum førir til fløkju millum nýkomarar til verkætlanina.
Við fráboðanini av Stovninum flutti Wales eisini ognarrættin av øllum Wikipedia, Wiktionary and Nupedia navnaøkjum til Wikimedia saman við ognarrættinum til alt tilfar í hartil hoyrir til verkætlanirnar, sum vóru stovnaðar av Bomis starvsfólkunum ella Wales sjálvum. Telduútgerðin, sum Wikimedia-verkætlanirnar eru á, vóru eisini latnar av Wales til Stovnin. Navnaøkini
wikimedia.org
og
wikimediafoundation.org
vórðu tryggjað Grunninum av Wikipedia-stuðlinum Daniel Mayer. Bandvíddin hjá Wikimedia og orkan eru goldin av stuðli til verkætlanina frá feløgum og einstaklingum.
Í januar 2004 útnevndi Jimmy Wales sínar
Bomis
-felagar Tim Shell og Michael Davis til nevndina hjá Wikimedia Stovninum. Í juni 2004 var val hildið fyri at finna tvey brúkaraumboð í nevndina. Eftir ein mánað av valstríði og tvær vikur av atkvøðugreiðslu á
internetinum
vóru Angela Beesley og Florence Nibart-Devouard vald í nevndina. Síðani tað hevur Wales havt Beesley í starvi í fleiri vinnuframtøkum.
Seinni vóru fleiri onnur formlig størv ment: Tim Starling varð útnevndur menningarleiðari fyri at hjálpa samskipanini av menningini av
MediaWiki
-ritbúnaðinum, og Daniel Mayer varð útnevndur fíggjarleiðari fyri at halda roknskap og samskipa fíggjarframtøk.
Nýggj verkætlanarsøga
rætta
rætta wikitekst
7. september
2004
Wikimedia Commons
varð byrjað.
3. desember
, 2004: Eftir stutt demonstratiónsskeið í novembur fór enska betaútgávan av
Wikinews
at virka. Wikinews er ætlað at vera
opin
tíðindakelda
, sum loyvir einumhvørjum at fráboða tíðindi innan øll hugsandi evni.
Nevndarlimir
rætta
rætta wikitekst
2004-2005
Jimmy Wales
, stovnari
Angela Beesley
Michael Davis
Florence Nibart-Devouard
Tim Shell
Keldur
rætta
rætta wikitekst
species.wikipedia.org
species.wikipedia.org
mail.wikipedia.org
Ávísingar úteftir
rætta
rætta wikitekst
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikimedia
Wikimedia Commons
Wikimedia Stovnsins vevsíða
Heimið hjá stovninum
Google Maps
Wikimedia Stovnsins lógir
Archived
2004-01-22 at the
Wayback Machine
PDF
-fíla)
Corporate Charter of Wikimedia Foundation Inc.
Archived
2005-01-15 at the
Wayback Machine
two page
TIFF
file located on Florida Department of State, Divisions of Corporations web site
Public Record for Wikimedia Foundation Inc.
from Florida Department of State web site
Wikimedia's metasíða
Sheldon Rampton's WikiEN-l post
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikimedia
Wikimedia Commons
Heintað frá "
Bólkar
Wikimedia
Stovnar
Fjaldur bólkur:
Webarchive template wayback links
Wikimedia
Nýtt evni
US