Wikipedia:Aktuellar hendingar - Wikipedia
Jump to content
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá
Núverandi hendingar
Aktuellar hendingar
Tann 64 ára gamli norski høvundurin
Jon Fosse
myndin
) fær
heiðursløn Nobels í bókmentum
fyri 2023.
Petteri Orpo
er nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi. Umframt
Savningarflokkin
eru tjóðskaparligi flokkurin Sannir Finnar eins og Svensk Folkeparti og Kristindemokratarnir við í stjórnarsamgonguni.
Hansina Iversen
, listakvinna, fær
Mentanarvirðisløn Landsins
2022
fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga.
Leiðbeiningar
Hendingarnar, ið verða lagdar afturat her, eiga helst at vísa til greinir, ið longu eru upprættaðar á føroysku Wikipediu. Minst til at gera leinkju til greinina.
Framtíðar hendingar verða ikki tiknar við her.
Skriva, so vítt sum tað letur seg gera, í nútíð.
Skrivað øll tíðindini sum skulu á forsíðuna í
Wikipedia:Hendingar
í staðin fyri her á síðuna (nýt
rætta wikitekst
leinkjuna ovarliga til høgru).
Føroyska Wikipedia byrjaði ikki fyrr enn hin 15. februar 2015 at vísa
Aktuellar hendingar
á forsíðuni, hendingar ið eru eldri, hava ikki verið vístar á forsíðuni.
Hendingar í 2015
rætta wikitekst
Januar
5. januar
- Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringdi til politiið í
Keypmannahavn
og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, og at hann var bangin fyri, at hann hevði dripið hana. Næsta dag tá ið hann var til grundlógarforhoyr, noktaði hann seg tó sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Í meðan skuldi málið kannast nærri. Hendingin fór fram í einari íbúð á
Frederiksberg
5. januar
Jóhan á Plógv Hansen
spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti
Svøríki
og var spældur í
Malmö
. Danmark vann dystin 28-23.
7. januar
- eitt
yvirgangsálop varð framt í París
móti tíðarritinum
Charlie Hebdo
. Minst 12 fólk lótu lív og minst 11 fólk vóru særd, tá ið tveir maskeraðir menn við Kalashnikov-byrsum troðkaðu seg inn í bygningin, meðan redaktiónin hevði fund, og byrjaðu at skjóta. Tveir politistar vóru millum tey dripnu. Gerningsmenninir sluppu til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðaði. Fýra av teimum dripnu vóru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
9. januar
- Hondbóltur U21 menn: Grikkaland-Føroyar 21-21 (8-7). Føroysku málskjúttarnir: Kjartan Johansen 8 (3), Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 1, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1
15. januar
- Kavaódn herjaði um alt Føroyar, tó kom ikki so nógvur kavi niður í Suðuroynni og Sandoynni, men í restini av landinum var ikki koyrandi, ringast var á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar stóðu fastir í nógva kavanum. Summi noyddist at soca í bilinum. Nógv vóru veðurføst ymsastaðni. handanin av Mentanarvirðislønum Landsins varð útsett til dagin eftir.
16. januar
- Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda
2. november
2012
, er nú av. Tað vóru
Steintór Rasmussen
og
Teitur Lassen
, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
16. januar
Mentanarvirðislønir Landsins
, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, í staðin orsakað av óveðri, vóru handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík.
Tórbjørn Olsen
, listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins,
Tey av Kamarinum
fingu Heiðursgávu landsins,
Mathias Kapnas
, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk.
Oddvør Johansen
, rithøvundur og
Katrin Ottarsdóttir
, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
16. januar
- Landsstýrismaðurin í mentamálum,
Bjørn Kalsø
, kunngjørdi, at orðabøkur
Sprotans
nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta.
Februar
7. februar
VÍF
vann steypafinaluna í hondbólti hjá monnum móti
Neistanum
26-25. Neistin vann steypafinalurna hjá kvinnunum móti Kyndli 24-19.
22. februar
- Gittarleikarin
Alvi Joensen
vann Stella Polaris kappingina, sangarin Birita Poulsen vann 2. virðisløn, saxofonleikarin Kristina Thede Johansen vann 3. virðisløn. Virðislønirnar vóru á 20.000, 10.000 og 5.000 krónur.
Mars
1. mars
- Føroyski rógvarin
Dánjal Martin Hofgaard
gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.
20. mars
Solarmyrkingin
22. mars
- FM í bogaskjóting - Recurve: 1. Teitur Dalsgaard, 2. Absalon Hansen, 3. Eggaba Andreasen
22. mars
- FM í bogaskjóting - Compound: 1. Anja Johansen, 2. Kaj Johannesen, 3. Albert Dam
28. mars
Pál Joensen
vinnur gull í 800 metrum frí á Danish Open við tíðini 7:52.82, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár (til 28. mars 2015) og nýtt stevnumet.
29. mars
- EM undankappingardystur Rumenia - Føroyar 1-0. (Keșerü 21.) Dómari: Artur Dias úr Portugal.
29. mars
Sarita Hansen
úr Miðvágs Róðrarfelag vann í vikuskiftinum tvey ensk meistaraheiti í innirógving, í 2000 og 500 metrum.
Bergur Dam Jensen
vann silvur í 500 metrum og bronsu í 2000 metrum.
Hendingar í 2014
rætta wikitekst
Januar
rætta wikitekst
4. januar
- Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av
Eysturoynni
og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr
Oyndarfirði
, sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin
28. desember
2013
. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
10. februar
Lisbeth L. Petersen
, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, boðaði frá alment, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon var ónøgd við fleiri viðurskifti, og at hon kendi so illa sín flokk aftur. Eitt nú meinti hon ikki, at ein maður sum hevur snýtt í tolli, skal vera landsstýrismaður.
Februar
rætta wikitekst
10. februar
Gerhard Lognberg
gjørdist limur í
Sambandsflokkinum
, eftir at hann hevur verið uttanflokka tingmaður í gott tríggjar mánaðar síðan Javnaðarflokkurin avgjørdi at koyra hann úr flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingfólk, so nógv tingfólk hevði hann ikki havt síðan 1932.
14. februar
- Føroyski stuttfilmurin
Vetrarmorgun
, sum
Sakaris Stórá
úr Skopun hevur leikstjórnað, vann altjóða filmsvirðisløn á Berlin Filmfestivalinum 2014 í bólkinum
GENERATION 14PLUS
, virðislønin verður á enskum nevnd
The Special Prize of the Generation 14plus International Jury
og var á 2500 Evro (umleið 18.000 krónur).
Ingun í Skrivarastovu
framleiddi filmin,
Mikael Blak
og
Hanus G. Johansen
gjørdu tónleikin, høvuðsleiklutirnir spældu
Armgarð Mortensen
og
Helena Heðinsdóttir
15. februar
- Sjónleikurin
Tóm rúm
varð frumframførdur á
Tjóðpalli Føroya
Marjun Syderbø Kjelnæs
skrivaði leikhandritið,
Eyðun Johannessen
leikstjórnaði, tey leikandi vóru eitt nú:
Annika Johannessen
Annika Hoydal
Annfinnur Heinesen
, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Tónleikin hevur
Tróndur Bogason
gjørt, sangin hava
Eivør Pálsdóttir
og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.
Vígdis Hentze Olsen
stóð fyri koreografiini.
25. februar
- Eitt óhapp hendi í Klaksvík. Slættaberg sigldi á Ågot, sum lá við bryggjuna við Norðborg við fullari last. Ongin persónskaði hendi. Ågot fór at leka illa, men tað eydnaðist at tetta lekan. Ågot og Slættaberg blivu liggjandi í nakrar dagar, har Slættaberg hevði stevni inni í lastini á Ågot, men dagin eftir eydnaðist tað at fáa skipini leys av hvørjum øðrum. Ågot bleiv seinni sleipaður til bedingina hjá Klaksvíkar Skipasmiðju.
Mars
rætta wikitekst
1. mars
- 22 ára gamli pianisturin
Mattias Kapnas
vann fyrstu
Stella Polaris tónleikakappingina
, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25.000 krónur, onnur á 10.000 krónur og triðja virðislønin er á 5.000 krónur. Eisini vóru virðislønir lætnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
12. mars
ES
Norra
og
Føroyar
undirskrivaðu avtalu um at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum í fimm ár. Føroyar fingu 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svaraðu til 156 túsund tons.
28. mars
Mikkalina Norðberg
vald sum ársins íverkseti á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn.
Apríl
rætta wikitekst
4. apríl
- Tey fýra sløgini hjá føroysku fyritøkuni Dism fingu øll heiðursmerkir á World-Spirits Awards 2014 í Eysturríki. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.
10. apríl
- Løgtingið samtykti einmælt uppskotið um at stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka
Eysturoyartunnilin
og
Sandoyartunnulin
. Tunnlarnir verða mettir at kosta góðar tvær milliardir krónur. Eysturoyartunnulin eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnulin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Sambært uppskotinum verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Eysturoyartunnulin verður bygdur fyrst.
16. apríl
- Suðurkoreanska ferðmannaskipið Sewol við 476 fólkum umborð sakk 2,7 kilometrar frá Seogeochado-oynni í
Suðurkorea
. 325 av ferðafólkunum vóru 16-17 áragamlir skúlanæmingar, ið vóru á veg til oynna Jejo-do á eina 4-daga langa skúlaútferð. 150 fólk eru deyð, 152 ferðafólk eru ikki funnin eina viku eftir vanlukkuna og 174 fólk eru bjargaði á lívi.
Mai
rætta wikitekst
25. mai
Arne Vatnhamar
kom sum fyrsti føroyingurin nakrantíð upp á
Mount Everest
, sum er heimsins hægsta fjall.
28. mai
- Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við flokksformonnunum
Høgna Hoydal
úr
Tjóðveldi
Aksel V. Johannesen
úr Javnaðaflokkinum,
Kára P. Højgaard
úr Sjálvstýrisflokkinum og
Poul Michelsen
úr
Framsókn
, løgdu fram misálit á
Jørgen Niclasen
úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitið kom eftir at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. NIclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir
Reimund Langgaard
og
Helgi Abrahamsen
og formaður Miðfloksins
Jenis av Rana
Juni
rætta wikitekst
Í juni 2014 kom ein hópur av Seashepherd fólkum til Føroya fyri at forða føroyingum í at drepa grind, hetta gjørdu tey við átakinum
Grindstop 2014
11. juni
- Avtað um sildakvotu kom í lag millum Føroyar og
ES
, og
Maria Damanaki
fiski- og vinnumálakommiserur kunngjørdi, at ES nú fór at enda handilsboykottið móti Føroyum, sum hevði vart síðan
28. august
2013
. Sum partur í nýggju semjuni lovaði
Jacob Vestergaard
, fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í
WTO
móti ES.
16. juni
Jørgen Niclasen
, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur hin 16. juni 2014, umvegis
Christian F. Andreasen
, advokat, stevnt
Dia Midjord
, stjóra fyri
Kringvarpi Føroya
Liljuni Weihe
, tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya,
Jan Lamhauge
, tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og
Sveini Tróndarson
, tíðindamanni fyri ærumeiðing. Hann ákærir tey fyri at hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær. Tað eru skuldsetingarnar um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt landskassan fyri hundraðtals túsund krónir, at hann skal hava svikað í tolli og tilvitað brotið tolllógina, og at hann skal tilvitað hava áført landskassanum tap, sum Jørgen vil hava dómsvaldið at døma tey fyri.
17. juni
- Nýggj farstøð verður tikin í nýtslu í
Vága Floghavn
19. juni
Marin Katrina Frýdal
, býráðslimur í Tórshavnar býráð, varð koyrd úr býráðssamgonguni, eftir at hon fleiri ferðir var komin við atfinningum móti Heðini Mortensen, borgarstjóra. Hetta hendi stutt fyri miðnátt, og umleið hálvan annan tíma seinni kunngjørdi listin hjá Tjóðveldi, at hinir báðir limirnir fóru sama veg og tóku seg úr samgonguni.
Juli
rætta wikitekst
30. juli
- Ein grind varð funnin við Haraldsund, norðanfyri byrgingina um 8-tíðina um morgunin. Sýslumaðurin gav boð um at bíða við at reka grindina orsakað av vánaligum veðri. Grindin lá so og grindaði har, uttan at nakar gjørdi nakað við hana. Seinnapartin kom ein bátur frá Sea Shepherd og rak grindina norður gjøgnum Sundið og út á opið hav, uttan at nakar royndi at forða teimum. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum Sea Shepherd.
31. juli
- Fiskvinnunevndin í ES samtykti at taka handilsforðingarnar móti Føroyum aftur. Í eitt ár bannaði ES øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum, tí Føroyar høvdu ásett sær eina sildavotu, sum hini strandalondini ikki kundu góðtaka.
August
rætta wikitekst
1. august
Pamela Anderson
kom til Føroya á vitjan umboðandi
Sea Shepherd
djóraverndarfelagsskapin. Hon og onnur frá Sea Shepherd høvdu tíðindafund á Hotel Føroyum.
9. august
- Løgleglan fór við tyrluni úr Havn til Hvalbiar, tí ein 36 ára gamal maður var deyður har, og talan var um illgrunasaman deyða. Løgreglan handtók tveir mans, ein 23 ára gamlan og ein 39 ára gamlan. Dagin eftir, hin 10. august, varð tann 39 ára gamli latin leysur, og tann 23 ára gamli varð skuldsettur fyri at hava dripið Hjalmar Holm við 3 knívstungum í hálsin.
14. august
- Fyrsti arbeiðsdagur á nýggja uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.
19. august
- Boripallurin »West Hercules«
kom inn á Skálafjørðin, har hann skuldi umvælast.
28. august
- Fimm døglingar gjørdu landgongd í
Hvalba
tíðliga um mogunin, og mett varð at tað ikki bar til at fáa teir út aftur, og tí gav sýslumaðurin loyvi til at teir blivu avlívaðir og skornir upp til matna. Sea Shepherd fólkini ið sótu á vakt á Kolavegnum ta náttina vóru sovnaði í bilinum og komu tí ov seint til at royna at gera nakað við tað. Tveir dagar seinni legði Sea Shepherd út myndir av døglingaspiki, sum ikki er etandi, flótandi á sjónum vestanfyri Hvalbiareiðini. Sea Shepherd ákærdu føroyingar fyri at drepa døglingar til stuttleika og síðan blaka kjøt og spik burtur.
30. august
- Hátíðarhald var í
Skúvoy
í samband við at nýggi Sildberin fór í sigling millum Skúvoy og Sandoynna.
30. august
- Fyrsta
grindadrápið
í 2014 fór fram á
Sandi
, har 35 hvalir løgdu beinini. Fjúrtan Sea Shepherd limir vóru handtiknir í samband við drápið, av tí at teir royndu at forða fyri rakstrinum og drápinum, tað eydnaðist teimum eisini at forstýra og seinka tí nakað, men løgreglan og danska sjóverjan komu á staðið við tyrlu og skjóttgangandi bátum og handtóku tey seks fólkini á landi og tey átta í trimum skjóttgangandi bátum, og hald varð lagt á bátarnar.
November
rætta wikitekst
4. november
- Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi løgdu fram uppskot um misálit á
Johan Dahl
, landsstýrismann í vinnumálum, fyri hansara handfaring av málinum um
Strandfaraskip Landsins
í 2013, tá ið stovnurin brúkti 4,4 milliónir meira enn játtað var. Landsstýrismaðurin hevði ikki biðið um eykajáttan og ikki sett sparingar í verk. Uppskotið um misálit fall við 17 atkvøðum ímóti, 14 fyri og 2 blonkum atkvøðum. Øll í andstøðuni atkvøddu fyri,
Jákup Mikkelsen
úr Fólkaflokkinum, var tann einasti úr samgonguni, ið atkvøddi fyri, meðan
Rodmundur Nielsen
og
Brandur Sandoy
atkvøddu blankt.
Ítróttur í 2014
rætta wikitekst
7. januar
23. februar
Vetrar-OL í Sotsji
í Russlandi.
2. februar
NFL-finalan
í East Rutherford,
New Jersey
. Seattle Seahawks vann finaluna við 43-8 ímóti Denver Broncos.
12. juni til 13. juli 2014 er
HM fótbóltur
í Brasil.
Fótbóltur, menn
rætta wikitekst
1. mars
Gibraltar
Føroyar
1-4. Málini hjá Føroyum gjørdu:
Jóan Símun Edmundsson
Christian Lamhauge Holst
Hallur Hansson
og
Christian Lamhauge Holst
2. juli
- Champions League:
HB
- Lincoln úr Gibraltar 1-1, Levi Hanssen skoraði útjavnandi málið hjá HB í 71. minutti.
24. juli
Europa League
Víkingur
vann seinna dystin í øðrum undanumfari í
Europa League
2-1 móti Tromsø IL á útivølli og gjørdist harvið fyrsta føroyska liðið nakrantíð, ið megnaði at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina. Málini hjá Víkingi gjørdu
Bárður Hansen
og
Hallur Hansson
30. august
Víkingur
vann finaluna um løgmanssteypið 3-0 móti
HB
Fótbóltur, kvinnur
rætta wikitekst
5. apríl
Føroyska kvinnulandsliðið
skrivaði søgu, tá tær spældu javnleik 1-1 á Tórsvølli móti Bosnia/Hersigovina og harvið fingu fyrsta stigið nakrantíð í einari HM-undankapping.
Eyðvør Klakstein
gjørdi málið hjá Føroyum í 78. minutti.
10. apríl
Føroyar
- Norðurírland 0-0. Dysturin varð leiktur á Tórsvølli.
28. september
KÍ kvinnurnar
settu heimsmet við at vinna FM 15. árið á rað.
Hondbóltur
rætta wikitekst
8. januar
Kyndil
vann báðar steypafinalurnar í hondbólti. Kvinnurnar vunnu 19-14 móti Neistanum og menninir vunnu 22-20 móti KÍF.
19. apríl
Kyndil
vann finaluna hjá kvinnum móti
VÍF
, tær vunnu 14-12, meðan
KÍF
vann finaluna hjá monnum móti
VÍF
við 27-26 sigri.
25. mai
- Føroyar U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum vann finaluna í European IHF Trophy hondbóltskappingini í Andorra. Føroyar vunnu 34-25 móti
Georgia
Svimjing
rætta wikitekst
7. mars
8. mars
og
9. mars
luttók
Krista Mørkøre
á Danish Open 2014 fyri svimjarar ið bera brek, og har vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki og setti 7 persónlig met.
27. mars
Pál Joensen
vann silvur í 400 m frí á langgeil á Danish Open við tíðini 3:51.45.
29. mars
Cecilia Wigant Eysturdal
setti nýtt føroyskt met í 1500 m frí á langgeil við tíðini 17:51.83 á Danish Open.
30. mars
Pál Joensen
vann gull á Danish Open á langgeil í 1500 m frí við tíðini 15:12.20 min.
30. mars
Magnus Jákupsson
vann gull á Danish Open á langgeil í 50 m rygg við tíðini 26.32 sek.
30. mars
Óli Mortensen
úr Havn (føddur 1996) svam á Danish Open 1500 m frí við tíðini 15:59.02 min., sum var nýtt føroyskt juniormet, hann svam næstskjótast í riðlinum. Hann átti sjálvur gamla metið á 16:08.20. Í 1500 frí er beinleiðis finala, tvs. teir sum hava bestu tilmeldingartíðir svimja í skjótasta riðli sum nevnist beinleiðis finala, har eru 8 pláss. Óli svam ikki í skjótasta riðlinum, men hann svam somikið skjótt, at hann gjørdist nummar 6 av øllum.
30. mars
Astrið Foldarskarð
svam 50 m firvald á Danish Open við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met
12. apríl
Pál Joensen
vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
18. mai
- FM í svimjing varð hildið í Havn. Ársins svimjari hjá monnum varð
Pál Joensen
, ársins svimjari hjá kvinnum var
Emma Festirstein Nystrøm
. Pál Joensen fekk flest FINA stig, 823 stig í 800 m frí.
Sára R. Nysted
varð kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum, meðan
Róland Toftum
varð kosin ársins stjørnuskot hjá monnum. Trý føroysk met vóru sett,
Ásbjørg Hjelm
Emma Festirstein Nystrøm
og
Susvim
Harrar settu metini.
7. juni
Pál Joensen
vann silvur í 400 metrum frí á Mare Nostrum svimjikappingini í Monaco.
14. juni
Óli Mortensen
setti nýtt føroyskt met í 200 m firvald á langgeil á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá hann svam teinin uppá 2:11.04.
15. juni
Pál Joensen
vann silvur í 1500 metrum frí á Mare Nostrum svimjikappingini í Barcelona. Hann vann við tíðini 15:10.02.
Óli Mortensen
svam eisini 1500 m frí í somu kapping og setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 15:54.62.
20. august
Pál Joensen
vann silvur í 1500 m frí á EM á langgeil í Berlin við tíðini 14:50.59. Vinnarin var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri, ið setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.93.
22. august
Pál Joensen
vann silvur í 800 m frí á langgeil í EM í Berlin við tíðini 7:48.49. Vinnarin var italiumaðurin
Gregorio Paltrinieri
, ið vann við tíðini 7:44.98.
Renning
rætta wikitekst
3. august
Valborg Heinesen
vann silvur á DM í 5000 metra renning við tíðini 17.30,22 min., sum var nýtt føroyskt met. Hon tók tvey ára gamle metið hjá Bjørk Herup Olsen.
29. mars
Valborg Heinesen
setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.
29. mars
Marnar Djurhuus
setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn. Hann tók 25-ára gamla metið hjá Absalon Hansen.
28. september
Valborg Heinesen
vann bronsu í DM maraton í
Odense
við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti
Joan Bláfoss
Innirógving
rætta wikitekst
12. apríl
- Havnamaðurin
Martin Berg
gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
Borðtennis
rætta wikitekst
4. mai
Henrietta Nielsen
Anna Mikkjalsdóttir
og
Durita F. Jensen
luttóku í HM-kapping í borðtennis fyri lið í japanska høvuðsstaðnum,
Tokyo
. Tær endaðu nummar 77 út av 96 luttakandi londum. Henrietta Nielsen, sum spælir við týska Flensborg TSB, vann sjey dystir. 15 ára gamla Durita F. Jensen vann tveir dystir, meðan eitt ár eldri Anna Mikkjalsdóttir ongan dyst vann, men tó var ógvuliga tætt við. Hetta var fyrstu ferð, at Durita og Anna vóru við í HM.
12. apríl
- Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
12. apríl
- Fróði F. Jensen úr
Tvøroyrar Borðtennisfelag
vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.
Judo
rætta wikitekst
12. apríl
Regin á Rógvi
úr
Sunda Judofelag
vann FM hjá ungum monnum. Hann vann finaluna á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag.
12. apríl
Petur Sigurd Johannesen
úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið hjá monnum móti Edvardi Johannesen, úr Sunda Judofelag.
Badminton
rætta wikitekst
12. apríl
Nicolaj Gunnarstein
vann FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vann 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
12. apríl
Rannvá Carlsson
er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
19. mai
- Mona Mikkelsen og Jensa Jacobsen úr Syðrugøtu vunnu gull og silvur á Danish Open í badminton fyri juniorar í Farum. Tær luttóku í A-rekkjuni, sum er triðbesta deildin fyri juniorar í Danmark.
Talv
rætta wikitekst
18. apríl
Høgni Egilstoft Nielsen
úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara
Rógvi Egilstoft Nielsen
gjørdist nummar tvey, meðan
Hans Kristian Simonsen
gjørdist nummar trý.
2. august
- Føroyar vunnu 3 ½ - ½ móti
Pakistan
á Talv-OL í Tromsø. Helgi Dam Ziska vann á Mahmood Lodhi á fyrsta borði, John Rødgaard leikti javnt móti Ahmad Alio Syed á øðrum borði, Olaf Berg vann á Muhammado Younus á triðja borði og Høgni Egilstoft Nielsen vann á Mudasiro Iqbal á fjórða borði.
3. august
- Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti
Belgia
á Talv-OL í Tromsø. Á føroyska liðnum vóru: Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nielsen. Tað eydnaðist bara Helga Dam Ziska at fáa eitt hálvt stig henda dagin. Hinir tríggjur taptu.
5. august
- Føroyar taptu 1 ½ - 2 ½ móti Nikaragua á Talv-OL í Tromsø. Einasti føroyingurin, sum vann fulla úrtøku, var
Helgi Dam Ziska
á fyrsta borði. Høgni Egilstoft Nielsen á fjórða borði telvaði remis, meðan fyrst Olaf Berg og síðani John Rødgaard taptu.
6. august
- Føroyar vunnu 3 - 1 móti Sýria á Talvolympiaduni í Tromsø.
Olaf Berg
Høgni Egilstoft Nielsen
og
John Arni Nilssen
vunnu sínir dystir meðan
John Rødgaard
á 1. borði tapti.
9. august
- Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti Singapore á Talvolympiaduni í Tromsø. Helgi Dam Ziska megnaði at fáa hálvt stig ímóti GM Zhong Zhang, ið hevði so høgt styrkistal sum 2611. Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen taptu.
10. august
- Føroyar leikti javnt móti
Jemen
á talvolympiaduni í
Tromsø
. Dysturin endaði javnur 2-2.
John Rødgaard
og
John Arni Nilssen
vunnu, men
Helgi Dam Ziska
og
Olaf Berg
taptu.
12. august
- Føroyar vunnu 2 ½ - 1 ½ á
Marokko
í 10. og næstsíðsta umfarinum í OL í talvi í Tromsø. Olaf Berg vann á 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen tapti á 4. borði, meðan John Rødgaard á 2. borði megnaði at fáa javnleik. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði, tað var samstundis fjórði OL-sigur hansara á hesum sinni.
13. august
- Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti
Indonesia
á Talv-OL í Tromsø. Høgni Egilstoft Nielsen vann á fjórða borði, meðan Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Olaf Berg taptu allir síni talv. Sostatt fingu Føroyar tilsamans 11 stig av 22 møguligum. Føroyar vunnu 4, leiktu 3 jøvn og taptu 4 talv. Føroyar vóru styrkismettar sum nr. 73 av teimum 177 luttakandi liðunum, og endaðu á einum 81. plássi sum næstaftast av norðurlendsku liðunum. Kina vann Talv-OL fyri fyrstu ferð.
Fitness
rætta wikitekst
14. juni
Jórun Larsen Mørkøre
vann donsku kappingina Natural Power Fitness, sum varð hildin í Randers. Nr. tvey hjá kvinnum gjørdist Árna Fjallstein og triðji føroyingurin ið luttók í kappingini fekk eisini eitt gott úrslit, tað var David Arge Galán, ið gjørdist nummar tvey hjá monnum.
Hendingar í 2013
rætta wikitekst
15. apríl
Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd
. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
17. mai
Jacob Vestergaard
, landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
28. august
- Handilstiltøk hjá ES mótvegis Føroyum sett í gildi. Danskar havnir og aðrar ES havnir blivu stongdar fyri føroyskum skipum við sild og makreli og allur innflutningur av sild og makreli úr Føroyum er bannaður.
5. september
valdi løgmaður,
Kaj Leo Johannesen
, at loysa
Kára P. Højgaard
úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
2. november
Gerhard Lognberg
varð koyrdur úr
Javnaðarflokkinum
20. november
- Ein 61-ára gamal maður í Havn varð funnin deyður, hann varð myrður. Ein 68-ára gamal maður varð skuldsettur fyri morðið.
26. november
- Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá
Bjarni Mikkelsen
, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann.
Bjarki Thomsen
, sum starvast hjá
Kringvarpi Føroya
tók uppá film, sum seinni sama dag varð vístur í
Degi og viku
og lagdur á heimasíðuna hjá Kringvarpinum sama kvøld. Filmsbrotið ferðaðist kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
14. desember
og
15. desember
- Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
28. desember
- Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í
Oyndarfirði
onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin
4. januar
2014
kl. 13.44.
Mentan í 2013
rætta wikitekst
Mentanarvirðislønir
rætta wikitekst
19. september
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens
og
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
vóru handaðar.
Katrin Ottarsdóttir
fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið
Eru koparrør í himmiríki?
Poul Jespersen
fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri skúlabókina
Rúmdin
Turið Sigurðardóttir
fekk virðislønina fyri Annað mentanarligt avrik, fyri hennara arbeiði við at týða bøkur til føroyskt.
Rakel Helmsdal
og
Hilmar Joensen
fingu
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
11. desember
Dávur Djurhuus
fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin
Terminal
, meðan
Jónfinn Stenberg
fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin
Munch
Ítróttur í 2013
rætta wikitekst
Fótbóltur
rætta wikitekst
4. apríl
Føroyar
Montenegro
3-3 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdu
Heidi Sevdal
(2) og
Íðunn Magnussen
(1).
6. apríl
Føroyar
Litava
1-0 (kvinnur), málið hjá Føroyum gjørdi
Rannvá B. Andreassen
9. apríl
Føroyar
Georgia
2-1 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdi
Heidi Sevdal
Svimjing
rætta wikitekst
14. desember
Pál Joensen
vann silvur á 1500 metrar frí á
EM á stuttgeil 2013
Herning
Renning
rætta wikitekst
31. oktober
til
5. november
rann tá 50-ára gamli
Marlon Kjærbo
133 km úr
Klaksvík
til
Vágs
, har hann vitjaði allir kappingarhylar í Føroyum, tók nakrir dropar úr hvørjum hyli, sum hann so skal stoyta í langhylin í Vági, sum væntandi skuldi byggjast liðugt í 2014. Talan var um stuðulsrenning. Marlon er formaður fyri Suðuroyar Svimjifelag (Susvim).
13. desember
Pól Sundskarð
rann 118 km úr
Gásadali
til
Viðareiðis
, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.
Heintað frá "
Bólkar
2026
2013
2014
Wikipedia
Aktuellar hendingar
Nýtt evni
US